Lisitatión: Viðlíkahald og eftirlit í tunlum

SÁTTMÁLI: Tann 10. juni var lisitatión á Landsverki um eftirlit og elektriskt viðlíkahald av Norðskálatunlinum. Leynatunlinum, Hovstunlinum, Leirvíkartunlinum og Kollfjarðatunlinum.


Fýra tilboð komu inn, og lægsta boð eigur JT-Electric úr Fuglafirði, sum ljóðar á 152.280 krónur.


Landsverk hevur nú viðgjørt tilboðini og gjørt av at gera sáttmála við JT-Electric. Tað er tó ikki einans prísurin, ið er avgerðandi fyri, hvør fær uppgávuna. Í metingini telir prísurin 40 prosent, organisasjón 40 prosent og tilkallitíð 20 prosent.


Tilboðini vóru hesi:


                                     Krónur:


EL.FO                            196.000


El-service                     177.400


JT-Electric                   152.280


Eltalvuvirkið                215.000