Lisitatión: Hoydalsvegur 1

LISITATIÓN: Fríggjadagin 23. september var lisitatión á Landsverki í sambandi við umvæling og umbygging av bygninginum hjá Mentamálaráðnum á Hoydalsvegi 1, har Studni skal halda til.


Inn komu seks tilboð, og tey eru:


kr. 1.940.915 Húsavarðatænastan


kr. 2.153.992 Karstin A. Joensen


kr. 2.248.568 ÁTS


kr. 2.426.681 Bjarni Poulsen


kr. 2.626.959 Búsetur


kr. 3.492.324 J&K Petersen


Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.