Gestirnir úr Danmark eru Jørgen Hedegaard, sum er skúlaleiðari á Orðblindastovninum, sum er serskúli og førleikadepil fyri undirvísing av orðblindum næmingum, og Karl-Åge Andreasen, fyrrverandi skúlaleiðari á Orðblindastovninum, sum nú er foreldraráðgevi í Orðblindafelagnum í Danmark.
Teir báðir fara fríggjakvøldið eitt nú at greiða frá, hvat orðblindni er og hvussu tað kann lýsast. Veruleikin er jú, at orðblind eru vanliga gávað menniskju við einum heilt ítøkiligum málsligum trupulleika.
Í hesum sambandi verður eisini komið inná, hvørji eyðkenni fyri orðblindni, foreldur kunnu síggja hjá orðblindum børnum og ungum. Eisini tosa teir um, hvussu verður funnið fram til, at ein er orðblindur, hvat verður kannað og hvussu verður tað gjørt.
Drúgvar royndir
Ein onnur síða av hesum er, hvussu støðan er hjá orðblindum í skúlanum, hvat er torført hjá einum orðblindum at gera, og hvørjar sálarligu og sosialu avleiðingarnar av orðblindni kunnu vera. Somuleiðis verður greitt frá KT-hjálparamboðum og hvussu tey kunnu lagast til skúlan og gerandisdagin hjá teimum ungu.
Bæði Jørgen Hedegaard og Karl-Åge Andreasen hava royndir frá danska Orðblindastovninum, so tí fara teir at fortelja um, hvussu verður gjørt har á stovninum og í Danmark sum heild.
Á tiltakinum í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, sum verður fríggjakvøldið frá klokkan 19 til 22, ber eisini til at seta spurningar.
Oðrblindi hjartamál
Í 2008 gjørdi Lions Club Tórshavn av, at ljós skuldi varpast á orðblindni og tær avleiðingar, ið standast av at vera orðblindur. Skipað var fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum við fyrilestrum og kjaki, og ikki færri enn 200 fólk vóru á hesi sera væl eydnaðu ráðstevnu.
Táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og umboð fyri Mentamálaráðið høvdu á orði, hvussu neyðugt tað var at taka betur hond um tey orðblindu, og burtur úr ráðstevnuni spurdust fleiri ítøkilig úrslit. Eitt nú hevur Mentamálaráðið útbúgvið orðblindalærarar, sum nú virka kring landið.
Somuleiðis kom at standa í nýggjasta samgonguskjalinum, at “ljós verður varpað á orðblindni”, og tað er fyrstu ferð, at orðblindni yvirhøvur stendur í einum samgonguskjali.