Lindin hevur stuðulsdag nú leygardagin 5. mai. 2012.
Tíðindaskriv:
21. januar í ár vóru 12 ár liðin, síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.
Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, og hettar kostar pengar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.
Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið kl. 23 verður spennandi stuðulsdagur í Lindini. Sent verður úr Klaksvík og Havn. Vit fara at hoyra ”live” tónleik og práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar. Jenis av Rana, Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni.
Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um góðar vinningar - m.a. ferð fyri Ísrael við Ísraelsmissónini og flogferðir o.a. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður gjøgnum dagin, og kl. 23.00 verður drigið um høvuðsvinningin, sum er ein ferð til Ísrael. Er onkur lurtari sum ynskir at lata ein vinning til sendingina, so eru tey vælkomin til tað.
Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 5. mai. frá kl. 14.00 til kl.23.00
Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.
Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 mió. árliga.
Lindin hevur í dag 11 sendarar og vit røkka til uml. 85 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.
FM sendarar hjá Lindini frá norðast til sunnast:
Eysturhøvdi, Svínoy 103,4 mhz. (bygdirnar eystan Múla)
Klakkur, Borðoy 103,0 mhz. (Klaksvík, Leirvík, bygdirnar á Kunoy og Kalsoy)
Varmakeldueiðið, 103,7 mhz. (Fuglafjørður, Kambsdalur og Gøturnar)
Á Gøtueiði 103,4 mhz. (bygdirnar við Skálafjørðin, Funningsfjørður og Gøturnar
Vestmanna 92,3 mhz. (Vestmanna og har um leiðir)
Sornfelli 98,0 mhz. (Norðurstreymoy og Kaldbaksfjørður)
Sørvágur 92,3 mhz. (Sørvágur, Bøð, Flogvøllurin, Vatnsoyrar og Gásadalur
Miðvágur 103,4 mhz. (Miðvágur og Sandavágur)
Nólsoy 101,0 mhz. (Tórshavn, Skálavík, alt miðøki og langt út um landið)** Oyrnafjall, Tvøroyri 105,0 mhz. (Tvøroyri, Øravík, Famjin og Hov)
Spinarnar, Suðuroy 105,5 mhz. (Sunnara helvt av Suðuroynni)