Lindin hevur stuðulsdag leygardagin

Lindin hevur stuðulsdag nú leygardagin 8. okt. 2011.


 


21. januar í ár vóru 11 ár liðin, síðani Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi.


 


Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, og hettar kostar pengar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.


 


Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið kl. 23 verður spennandi stuðulsdagur í Lindini: Jenis av Rana, Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni. Práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar.


 


Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um góðar vinningar - m.a. ferð fyri tvey til Grønlands til Ilulissat á summarstevnu hjá INO (Grønlendskar fríkirkjur) og flogferðir o.a. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður gjøgnum dagin, og kl. 23.00 verður drigið um høvuðsvinningin, sum er ein ferð fyri 2 til Grønlands. Er onkur lurtari sum ynskir at lata ein vinning til sendingina, so eru tey vælkomin til tað.

Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 8. okt. frá kl. 14.00 til kl.23.00

Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.
 
Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 mió. árliga
 
Lindin hevur í dag 11 sendarar og vit røkka til uml. 85 % av føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgni.


 


101,0 MHz - Tórshavn, Eyggjarklettur Nólsoy
103,0 MHz - Klaksvík, Klakkur
105,0 MHz - Tvøroyri, Oyrnafjall
105,5 MHz - Vági, Hesturin Hái
  98,0 MHz - Norðurstreymoy, Sornfelli
  92,3 MHz - Sørvágur
103,4 MHz - Miðvágur, Sandavágur, Prestland
  92,3 MHz - Vestmanna
103,4 Mhz - Skálafjørður, Gøtueiði
103,7 Mhz - Fuglafjørður, Varmakeldueiði
103,4 Mhz - Eystan Múla, Eysturhøvdi