- Kanningin av málinum um fíggjarundandrátt í Kringvarpinum er nú liðug. Persónskanning skal nú gerast, áðrenn málið verður sent í Føroya rætt, visti útvarpið at siga leygarmorgunin.
Kanningarnar í málinum um fíggjarundandrátt í Kringvarpinum er nú lidnar.
Danska kriminalløgreglan, sum tekur sær fíggjarligum kriminaliteti, hevur verið í Kringvarpinum í fleiri umførum og kanna skjøl og avhoyrt vitni.
Fyrrverandi roknskaparleiðarin hevur framt fíggjarundandrátt fyri hálva triðju miljón krónur í tíðarskeiðnum frá 1987 til 2010, tá maðurin varð handtikin. Hann hevur játtað seg sekan í øllum skuldsetingunum og tí skal ákæruvaldið ikki skriva ákærurit og heldur ikki innkallað vitni.
Finn Ougaard, varafúti, sigur at maðurin nú skal persónskannast fyri at staðfesta, um hann eg egnaður at verða dømdur í samfelagstænastu. Ta kanningina skal Kriminalforsorgin gerast. Síðani verður máli sent í Føroya rætt.
Kelda: www.kringvarp.fo