Leirvíkarvegurin

Lýsing


Arbeiðið fevnir um gerð av vegi eftir verandi vegi omanfyri havnarlagið, um bátahylin úti á Støð og yvir á Kráartanga, gjøgnum fjøruna í Kettuvíkini til íbindingina í tunnilsvegin til Norðoyatunnilin. Teinurin er umleið 1.800 metrar til longdar.


Støðan Oktober 2011:


Vegagerðin millum Kráartanga og Norðoyatunnilin gongur væl. Somuleiðis er vegagerðin oman fyri Tavuna í gongd. Betongarbeiðið við siglingarrennuna við gamla bátahylin í Bug er liðugt.


Fakta


Arbeiðsánari: Innlendismálaráðið


Byggiharri: Landsverk


Tekniskur ráðgevi: LBF


Arbeiðstakarar: JHR Entreprenørar og RTS Contractors


Tíðarætlan: Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt við árslok 2012


Kostnaðarætlan: Kostnaðarmetingin er 40,0 mió. kr.