Leigan hjá Bústaðir hækkar 50%

Útreiðslurnar hjá Bústaðir eru so høgar,
at sleppur felagið ikki at lána, so verða teir insolventir



Læs skriv frá Bústaðir til
Trivnaðarnevndina, um leigubústaðir, fríggjakvøldið og síðan eftikannaði eg í
roknskapinum.
Eg endaði við
at lesa næstan alt og síðan setti eg upp í rokniark. Og tað sær øgiligt út.



Var eg
landsstýrismaður, hevði eg koyrt nevndina í Bústaðir til hús fríggjakvøldið. Eg
hevði ikki so mikið sum biðið um frágreiðing. Hetta er ábyrgdarleyst út um øll
mørk. Stjóran hevði eg ikki koyrt til hús.



Var Bústaðir ein
privat fyritøka, so hevði bankin helst havt skyldu til, at nokta teimum lán.
Somuleiðis hevur hall verið so mikið nógv ár, at Bankin helst hevði havt skyldu
til, at taka støðu til, um avsetast skal móti tapi.



Leigan hækkar
50% í nærmastu framtíð



Bústaðir sendir
eina fíggjarætlan fyri leigu av einum bygningi, sum kostar 1,5 mió. Tað fyrsta
vit síggja er, at veruligu rakstrartølini í Ársfrágreiðingini ikki samsvara við
útrokningina. Veruligu útreiðslurnar hjá Bústaðir eru á leið 50% hægri enn grundarlagið
teir brúka til at útrokna leigukostnaðin. Úrslitið er tí at leigukostnaðurin
skal hækkast 50%. Annars verða Bústaðir insolvent.



Úrslitið áðrenn
skatt er - 3.396.618



Avskrivingar ”mangla”    -3.548.241



Leiga í grunn                       -1.713.254



Tilsamans                            -8.658.113



Og hetta er fyri
at ársúrslitið skal verða NULL. Tá er ongin renting av teimum 600 millióninum í
eginkapitali. (tað eru aðrar 12-18 mió)



Samla
leiguinntøka var 17.124.410
Tí skal leigan hækkast 50,6% fyri at Bústaðir ikki skal hava reelt
undirskot á rakstrinum.



Onkur leggur helst merki til at avskr. + renta sambært ætlan eru góðar
11 mió. So tað kann blíva enn verri. Eg brúkti 30 ár og 30% skrotvirði til at
rokna avskrivingar, sum er tað sama sum í leiguni. Var reglan, at bygningar
virðismetast sambært avlopinum og ikki kostprísi, eins og hjá privatum, so
blíva ognirnar virðisleysar.



Grannskoðarin
skrivar á síðu 27:



”Íbúðarognir
verða avskrivaðar eftir annuitetshátti, samsvarandi innanhýsis fíggingarleisti
hjá grunninum. Hetta er ikki samsvarandi ársroknskaparlógini.” citat enda.



Hetta er ikki ólógligt.
Men tað ger, at fólk sum lesa roknskapir uppfata tølini øðrvísi enn tey eru. Um
tað bleiv avskrivað eins og í ársroknskaparlógini, so broytti tað ársúrslitið.



Okkurt segði mær, at her stó ikki so væl til. Og so var.



Eg havi eisini skriva ein longri tekst til Trivnaðarnevndina, sum teir
ætlandi fáa mánamorgun.



Eivind
Jacobsen



Strendur



P.S. Myndin
vísir avskrift av roknskapinum hjá Bústaðir og fíggjarætlan leigubústaðir