Leiðslubygnaðurin endurskoðast í TF-Holding

Nú er seinasta útkall til, at eigararnir í TF-holding kunnu gera sína ávirkan galdandi, hvør skal manna Umboðsráðið í Ognarfelag Tryggingartakaranna.


Evnini, ið eg sum valevni til Umboðsráðið havi gjørt vart við, er m.a. óneyðuga stóra uppsamlingin av gjaldføri og tiltakskapitali, tørvurin á kapping og príslækking, vantandi opinleiki og ein fløktur og saman¬settur bygnaður.


Ein organisatión ella felag gerst ongantíð betur enn tey fólkini, sum manna hesa. Fyri einari tíð síðan varð stjóraskifti á TF-Holding, har fyrrverandi stjórin ásetti sær sjálvum tað gylta lógvatakið, plaseraði nýggja stjóran, ásetti sær sjálvum nevndarsess og nevndarsamsýning – hann hevur spunnið eitt eiturkoppaspinn, sum nógv hanga í. Tað er óhoyrt, at ein fyrrverandi stjóri og einstakur persónur - og við einum so breiðum eigaraskara - sleppur at gera slíkar umrokeringar og plasera seg sjálvan í eina slíka maktpositión – hetta fyrikemur bara í Russlandi. Ein stjóri skal, tá hesin fer úr starvi, eisini sleppa sær úr organisatiónini - alt annað elvir til misálit og rotinskap. Nevndarformaðurin virkar tí ikki bara sum nevndarformaður, men í veruleikanum eisini sum stjóri.


Vel tí limir í Umboðsráðið, sum, vegna eigararnar, aftur kunnu skapa ávirkan og álit á felagið.


Freistin fyri at útvega atkvøðuseðlar er í morgin 17. februar 2012, kl. 16.00 og atkvøðuseðlarnir skulu latast inn í seinasta lagi 23. februar 2012.


Tórshavn tann 16. februar 2012


Reidar Nónfjall