Perla: Hetta eru persónsupplýsingar frá gomlu sjúkrakassunum, sum skulu greinast, og sendast á Landsskjalasavnið, sigur Jan Danielsen, leiðari. Garasjan hjá mær er púra trygg...Avdúkað í Oyggjatíðindum, 23. September 2011.
Jan Danielsen, leiðari á Heilsutrygd, undraðist yvir, at Oyggjatíðindi hevði fingið fatur í “søguni” um persónsupplýsingarnar í gomlu sjúkrakassaskipanini, ið skuldu greinast í bilhúsi hansara.
Men Jan Danielsen, sigur, at hann fegin vil upplýsa okkum samanhangin, um vit endurgeva hann rætt.
Leiðarin á Heilsutrygd, sigur, at tað er ikki hansara stovnur, ið skal hava hesar upplýsingar, men at skjølini skulu savnast í Landsskjalasavninum.
Trupulleikin er, at hesir persónsupplýsingar skulu greinast, áðrenn teir kunnu sendast víðari til savnið, sigur leiðarin, Jan Danielsen.
- Tíverri eru ongi hølir til hetta arbeiði, so vit hava avtalað við John Kjær á Landsskjalasavninum, at vit greina skjølini í mínum bilhúsi.
Bilhúsi?
- Ja, tað er stórt og trygt.
Jú men, at leggja persónsupplýsingar í eina garasju, virkar ikki serliga trygt?
- Jú tað er trygt. Tað er brandmúrur ímillum hús og garasju, sum eisini er stoypt við góðari og sterkari hurð, sigur Jan Danielsen, leiðari á Heilsutrygd, og váttar sostatt at persónsupplýsingarnir skulu viðgerast í bilhúsi hansara.
Eitt aftrat: Hvat fært tú í garasju-leigu?
- Hølini læni eg til hetta arbeiði, sum eg ikki vænti tekur so langa tíð, sigur leiðarin at enda.