Almenn móttøka verður í Müllers Pakkhúsi í morgin, fríggjadagin 28. oktober, klokkan 14.30.
Hetta er í sambandi við, at Anna Brimnes eftir 35 ár í starvi sum býarbókavørður fór frá tann 1. september, og at Svend Højgaard samstundis tók við starvinum sum nýggjur leiðari.
Tað eru Býarbókasavnið og Tórshavnar kommuna, sum bjóða til almenna móttøku í Müllers Pakkhúsi.