Leiðandi yvirlæknin, Tórmóð Stóra, breyt psykiatrilógina

Hetta staðfestir umboðsmaðurin í einari niðurstøðu um Sergei Vorobyov, ið varð innlagdur við tvingsli í desember mánaða 2010. Lógin sigur greitt, at er talan um tvingsilsinnlegging og tvingsilsfastspenning, sum uttan íhald vara í meira enn eitt samdøgur, skal Landssjúkrahúsið senda psykiatrisku sjúklingakærunevndini kæru um hetta. Leiðandi yvirlæknin avgreiddi ikki hetta fyrr enn ein mánaða aftaná, og segði ikki sannleikaná fundi við umboðsmannin.

Nú Løgtingsins umboðsmaður, aftur hevur verið á ófráboðaðari vitjan á Psykiatriska Deplinum, og aftur er komin við lemjandi kritikki, kunnu vit staðfesta, at onki er broytt, hóast so at siga sama leiðsla er á stovninum:

Grein úr Oyggjatíðindum, 21. januar 2011
Greinarøð av Dan Klein, journalisti:

Í blaðnum í seinastu viku kom fram, at Heilsumálaráðið noktaði Oyggjatíðindum innlit í klagu hjá Sergei Vorobyov, tá hann sálarliga var illa løstaður tá hann fyri jól, var innlagdur á deild 2 við tvingsli.

Oyggjatíðindi klagaði til umboðsmannin, samstundis sum blaðið heitti á stovnin um at kanna viðurskiftini hjá russaranum, ið sum lesarunum hjá Oyggjatíðindum kunnugt, bleiv handtikin av løgregluni seinast í november, og uttan nærri grundgeving ella ákæru, innilæstur.

Vit fingu ikki viðhald frá umboðsmanninum um, at vit høvdu rætt til innlit í klaguna. Orsøkin segði umboðsmaðurin vera, at rætturin um innlit ikki fevnir um upplýsingar um privat viðurskifti.

Men umboðsmaðurin sigur eisini frá í skrivinum frá 7. januar 2011, at hon eftir umbøn okkara, av sínum eintingum, hevur vent sær til viðkomandi myndugleikar, at kunna seg um støðuna hjá Sergei Vorobyov.

Og so endar umboðsmaðurin annars við at siga, at avrit av skrivinum er sent Heilsumálaráðnum til kunningar.

Men lítið vistu vit á blaðnum um, at sama dag, skrivar Umboðsmaðurin eitt annað skriv til Heilsumálaráðið, sum Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í gjøgnum aðrar kanalir. Her verður staðfest, at Psykiatriski Depilin breyt psykiatrilógina mótvegis Sergei Vorobyov.

Í loyniliga skjalinum til Heilsumálaráðið, sum er stílað til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann, skrivar umboðsmaðurin, m.a.:

Við tí fyri eyga at kunna meg við støðuna hjá Sergei Vorobyov, heitti eg á Heilsumálaráðið um at fáa í lag ein fund við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Fundurin varð hildin týsdagin 21. desember 2010, kl. 10-11 á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum við luttøku av Tórmóði Stóra, leiðandi yvirlpækna, Jórun Arge, skrivara, á LS, Jonhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingi, og Jan Simonsen, ráðgeva í HMR og Sólju í Ólavsstovu, umboðsmanni og Jóhannu Arge, ráðgeva.

Uppá fyrispurning um orsøkjina til, at kæran ikki varð send psykiatriska sjúklinganevndini varð upplýst, at mannagongdin higartil hevur verið, at kæran verður send sjúklingakærunevndini, tá viðkomandi journaltilfar er savnað saman, og frágreiðing hjá yvirlæknanum skrivað. Í ítøkiliga málinum hevði hetta tikið eitt sindur av tíð, m.a. tí, at leiðandi yvirlæknin ynskti eina óhefta meting av sínum tilráðingum í málinum. Á fundinum varð somuleiðis upplýst, at umrødda metingin var til taks, og at tilfarið og frágreiðingin vórðu send sjúklingakærunevndini sama dag.

Men umboðsmaðurin staðfestir í skrivinum til landsstýrismannin, dagfest 14. desember, at Føroya Kærustovnur hevur uppá fyrispurning frá umboðsmanninum tann 4. og 5. januar 2010(!!??) upplýst, at kæran til psykiatrisku sjúklingakærunevndina er móttikin 22. desember 2010, men at frágreiðingin hjá yvirlæknanum ikki er send kærunevndini enn.

Tað er greitt at talan er ikki um fyrispurning frá umboðsmanninum 4. og 5. januar 2010, men í 2011. Í januar 2010 var jú ongin sak, so her er talan um ein feil.

Í skrivinum kemur fram, at Sergei Vorobyov kærdi  viðferðina bæði 7. og 14. desember 2010. 27 november boðar sjúklingaráðgevi hansara, psykiatriska deplinum frá, at hann ynskti at kæra tvingsilsinnleggingina / tvingsilsfastspenningina til sjúklingakærunevndina.

Hetta er sera áhugavert, tí umboðsmaðurin staðfestir, at sambært § 35 í psykiatrilógini skal Landssjúkrahúsið eftir áheitan frá sjúklingum ella sjúklingaráðgevanum senda psykiatrisku sjúklingakærunevndini kæru um m.a. tvingsilsinnlegging, sum uttan íhald vara meira enn eitt samdøgur.

Og ikki nokk við hesum. Saman við kæruni skal sendast eitt úrrit av tvingsilsgerðabókini og ein frágreiðing frá yvirlæknanum, jbr. § 36, stk 1, og nevndin skal taka avgerð skjótast gjørligt, jbr. § 36, stk 3. Sjúklingurin kann herumframt heita á sjúklingakærunevndina um at leggja málið fyri rættin, jbr. § 37.

Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at sambært almennu viðmerkingunum í løgtingsmálinum um at seta í gildi psykiatrilógina er grundgevingin fyri at seta á stovn eina psykiatriska kærunevnd eitt ynski um at bøta um rættartrygdina hjá sjúklingunum við einari skjótari og smidligari viðgerð av kærumálum, og sum nevnt er m.a. ásett, at kærunevndin skal taka avgerð skjótast til ber. Ein avgerandi fortreyt fyri hesum er, at sjúklingalærunevndin fær kæruna til viðgerðar. Vísandi til hetta haldi eg tað als ikki vera nøktandi, at kæran ikki verður send sjúklingakærunevndini fyrr enn nærum ein mánað eftir, at hon er latin psykiatriska deplinum.  Hetta egur at verða gjørt munandi skjótari, eisini við atliti til rættinum hjá sjúklinginum at leggja spurningin um frælsistøku fyri rættin jbr. § 37.

 Vísandi til hetta fari eg at mæla landsstýrismanninum í heilsumálum til at umhugsa at taka neyðug stig fyri at tryggja, at mannagongdirnar í slíkum føri stuðla undir eini skjótari og smidligari viðgerð av kærum til psykiatrisku sjúklingakærunevndina.

Tey, sum hava fylgt við í Oyggjatíðindum , vita, at sunnudagin fyri jól, kom læknin, Ole Haellbo, úr Danmark. Hann kontraði boðini frá Tórmóð Stóra, yvirlækna, og lat Sergei Voroboov, leysan, við boðunum: Tú ert ikki sjúkur. 

Hetta staðfestir, at russarin var politiskur fangi, sum noktaði at taka føði til sín í 19 dagar. 

Men hetta vísir eisini, at Føroyar er ikki eitt rættarsamfelag, og staðfestir enn einaferð, at mannarættindini verða ikki vird.

Við øðrum orðum staðfestir umboðsmaðurin eisini , at leiðandi yvirlæknin breyt lógina, og ikki tosaði satt á fundinum 14. desember 2010.

Leiðandi yvirlæknin meldar frá hond

-------------

Tað er ikki so lítið ræðandi, at sami landsstýrismaður, Aksel V. Johannesen, sum avvísti at gera nakað fyri russaran, nú er løgmaður føroyinga. Vit kunnu bara út frá ræðuleikunum, Sergei Vorobyov, var í gjøgnum í 2010-2011, ímynda okkum ræðuleikarnar, sum í dag kunnu vera galdandi. Vit kenna hendan leiðandi yvirlæknan frá øðrum málum, og undrunarvert er tað, at starvssetan hansara varð longd fyri stuttum, tó at øll vistu hvat maðurin gjørdi í móti svensk/russaranum, Sergei Vorobyov!

Men enn, sum áður, tigur Amnesty International, og almenna pressan hevur valt bara at spæla við.