sigur
nýggi formaðurin í Búskaparráðnum. Koronustoyturin hevði væl minni neiligar
avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og normaliseringin er gingin
skjótari. Tí er metingin av BTÚ fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi. Í vár
var vøksturin í BTÚ í leypandi prísum mettur til 4,6% fyri árið 2021, men nú er
metingin 7,9%. At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri
størri avlopum á fíggjarlógini, stendur í tíðindaskrivinum frá Búskparráðnum frá 1. september 2021.
Í vár lýsti Búskaparráðið árið 2021 við orðinum
normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntaðust at sleppa inn á
útlendsku marknaðirnar, og somuleiðis útlendsk ferðafólk aftur til Føroya.
Hendan normalisering er farin fram skjótari, enn væntað varð í vár, og
tað avspeglast í høga vøkstrinum í BTÚ í 2021. Væntandi fer hendan
normalisering at halda fram í 2022 eisini, áðrenn sigast kann, at umstøðurnar
hjá útflutningsvinnum okkara aftur eru, sum undan koronu. Væntanin um eina
skjótari normalisering í útflutningsvinnum okkara samsvarar væl við dagførdu
útlitini fyri heimsbúskapin hjá IMF og OECD; búskaparligu útlitini fyri stóru
útflutningsmarknaðir okkara eru munandi meira bjartskygd enn áður, nú
koppingsetingin er komin væl áleiðis.
Vøksturin
í BTÚ í leypandi prísum hevur Búskaparráðið í samstarv við Hagstovu Føroya mett
til at verða -2,4% í 2020, 7,9% í 2021 og 3,3% í 2022. Metingin av árinum 2020
frá í vár var eitt tvífalt so stórt fall í BTÚ, men privata nýtslan hevur víst
seg at vera størri í 2020, enn áður mett, og hevur givið eitt positivt ískoyti
til vøksturin í BTÚ í 2020, heldur enn at hála BTÚ niður. Broytta metingin av
niðurgongdini í BTÚ í leypandi prísum í 2020 og bjartskygdari metingin av
vøkstrinum í 2021 sigur nakað um, hvussu skjót vendingin í búskapinum kann vera
í einum pinkubúskapi, sum tí føroyska. Orsøkin til, at stoyturin ikki
gjørdist so ógvusligur, er millum annað, at hjálparpakkarnir í Føroyum og
úti í heimi gjørdu stóran mun í at bøta um avleiðingarnar av koronustøðuni.
Føroysku húsarhaldini eru ikki vorðin stórvegis ávirkaði av hesum stoyti; tey
eru bjartskygd, og tað sæst aftur í øktu nýtsluni, ið stuðlar uppundir
innlendis handilsvinnuna. Privata nýtslan er, saman við øktum privatum
íløguvirksemi somuleiðis við til at hála vøksturin í BTÚ upp í 2021. Umframt
øktan innlendis eftirspurning, er ein størri tøkunøgd av laksi saman við
einum lítlum prísvøkstri, við til at hála vøksturin í BTÚ í leypandi prísum upp
í 2021. Nøgd og prísir á laksi verða somuleiðis mett at hækka eitt vet í 2022,
so hvørt sum eftirspurningurin við vaksandi talinum av koppsettum fólki økist. Makrelfiskiskapurin
verður hinvegin vegna vantandi avtalu við Bretland, væntaður at geva lægri
útflutningsvirði í bæði 2021 og 2022 samanborið við í 2020.
At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar
fyri størri avlopum á fíggjarlógini. Hallið á
fíggjarlógini er mett at verða 300 mió. kr. í 2021 og 200 mió. kr. í
2022. Hetta er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir í eini
búskaparstøðu við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri, ikki hava
avlop. Í Játtanarkørmunum fyri 2022 frá apríl í ár væntaði Landsstýrið, at tað
framhaldandi fór at vera hall á fíggjarlógini fyri 2022 og eitt lítið avlop í
2023 við ymiskum átøkum fyri 60 milliónir krónur, sum ikki eru nágreinaði enn.
Landskassin átti at havt í minsta lagið 150 milliónir krónur í avlopi í 2022.
Harvið verður tó ikki sagt, at Landsstýrið í óðum verkum skal tátta í, men
heldur, at tørvur er á ítøkiligum ætlanum, ið virka fyri haldførum
fíggjarpolitikki. Ikki minst sæð í ljósinum av demografisku avbjóðingunum, ið
Føroyar skal møta komandi árini við skjótt vaksandi talinum av eldri borgarum.
Í ferðavinnuni er gongdin júst vend, men størsta
avbjóðingin fyri framgongd í føroysku ferðavinnuni er trot á arbeiðsmegi. Ferðavinnan
væntar ikki at hesin trupulleikin verður loystur komandi árið, av tí at tað
gongur heldur striltið at fáa útlendska arbeiðsmegi hendan vegin. Umboð fyri
byggivinnuna gera á sama hátt vart við, at tað er torført at fáa skikkaða
arbeiðsmegi til ymsu uppgávurnar, tí tað í ES-londunum er stórur eftirspurningur
eftir hesi somu arbeiðsmegi, sum Føroyar eftirspyrja. Í fiski- og alivinnuni
hevur somuleiðis verið neyðugt at manna størv við útlendskari arbeiðsmegi, og
er tørvurin framvegis stórur. Í verandi løtu er lítið og einki arbeiðsloysi í
Føroyum og tískil er torført at ímynda sær, at ósettu størvini skulu mannast av
verandi arbeiðsmegi í Føroyum. Politiska skipanin átti tí at virkað fyri at
gera tað enn smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, so
fløskuhálsar, ið annars kunnu seinka og dýrka arbeiðið og føra til lønarglíðing, verða tálmaðir.
Royndirnar frá byggivinnuni tala fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kann vera ein
góður buffari til at taka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, hinvegin má hetta
gerast við skipaðum kørmum, so talan ikki gerst um sosiala dumping.
Trot á bústøðum er somuleiðis
ein týðandi fløskuhálsur, sum kann forða fyri framhaldandi fólka- og
búskaparvøkstri komandi árini. Treka útboðið av bústøðum er saman við stóra
fólkavøkstrinum við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, so tað gerst trupult
hjá ungum familjum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Skilagott er um kommunur
við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum, so útboðið av
bústøðum betri kann standa mát við eftirspurningin.