“Kongaríkið í Babylon”: Ein væleydnaður dukkusjónleikur

Nøkur útvald, børn og vaksin, vóru boðin at gera sínar metingar av dukkusjónleikinum, “Kongaríkið í Babylon”, sum hevði eina royndar frum-framførðslu í Losjuni í Havn, týsmorgunin. Sjónleikurin kom gjøgnum nálareygað hjá teimum ungu kritikarunum. Sjónleikurin skal vísast fyri børnum í Fuglafjarðar skúla, og eisini alment á Mentanarvikuni.


Dan Klein, ummælir:


Tað er Helena Fríðheim, ið hevur skrivað og leikstjórnað dukkusjónleikin, sum er gjørdur yvir sangin “Kongaríkið í Babylon”.


Sjónleikurin byrjar við, at abbin og omman standa uttanfyri smáttuna í Fjallafonn, og siga dronginum farvæl, sum hevur ætlanir um at fara ta longu ferðina til Babylon, at bjarga prinsessuni.


Byrjunarumhvørvi er smáttan og eitt fjall, og svørt bakgrund á pallinum, sum við senu-ljósi og myrkum sali, skapar eina góða kontrast til dukkurnar, og tað, sum annars hendir á pallinum.


Karmarnir eru bygdir soleiðis upp, at eitt fjallaskap stingur upp við pallinum, har fremsti parturin er hav. Áskoðararnir sita lágt fyri at fáa eina góða kenslu og innliving í tað, sum gongur fyri seg á pallinum.


Drongurin situr í einum árabáti, og hevur lagt yvir hav, stálsettur uppá, at vinna upp “Kongaríkið í Babylon”.


Hesin dukkusjónleikurin hevur alt. Ein góðan pall, og eina góða søgu, sum heilt týðuligt fangaði børnini í salinum, sum aftaná eisini vóru væl nøgd við søguna. Dukkurnar vóru væl úr hondum greiddar, og tey, sum stýrdu- og góvu dukkunum lív og talu, megnaðu hetta sera væl.


Skal nakað nevnast, sum kundi verið betur, so kundi skiftini gingið eitt sindur skjótari millum søgubrotini í leikinum, men hetta er eingin trupulleiki, sum ikki kann rættast, og tað skal sigast, at hetta ikki darvaði sjálvari søgugongdini.


Samanumtikið, er “Kongaríkið í Babylon” ein væleydnaður dukkusjónleikur, sum er framførdur við hegni.


Leikarar: Eyrith Guttesen Leyni, Malan Matras Joensen, Helena Fríðheim, Kristianna Klein. Samskipari: Sigrun Davidsen. Ráð og vegleiðing: Gunnvá Zachariasen.


Alt ummæli stendur at lesa í pdf-útgávuni fríggjadagin.