“Harðskapur í parlagi og nærsambondum” á fíggjarlógini

Á fíggjarlógaruppskotinum, sum er borið niðan í Tingið, eru 1,2 mió. krónur settar av til arbeiðið at steðga og fyribyrgja harðskapi í parlagi og nærsambondum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum varðar av heildarætlanini Harðskapur í parlagi og nærsambondum, sigur í hesum sambandi:


- Hetta er eitt týðandi øki, sum landsstýrið raðfestir høgt. Vit vita frá tí arbeiði, sum hevur verið gjørt, at tað hevur ógvusligar menniskjansligar avleiðingar fyri tey, sum liva við harðskapi. Harumframt førir harðskapur við sær, at samfelagsligi kostnaðurin er høgur bæði í mun til orkuna, sum verður nýtt í almennu skipanini, t.d. hjá løgreglu, á skaðastovum, í psykiatriini, men eisini sum mist arbeiðsinntøka og langtíðar sálarsjúka.


Heildarætlanin fevnir yvir fimm ár og inniheldur 18 ítøkilig átøk. Arbeiðsbólkurin hevur saman við myndugleikum, stovnum og fakfólki á økinum ásett átøkini . Dømi um átøk eru:


• Upplýsandi átøk, sum venda sær til børn og ung


• Frálærutilfar til fólkaskúlabrúk


• Upplýsandi átak til almenningin


• Tilboð um sálarfrøðiliga hjálp til harðskaparrakt


• Ymsar lógarbroytingar


• Skipað viðgerðartilboð til børn, sum hava verið fyri harðskapi


• Førleikamenning fyri yrkisbólkar, sum hava samband við harðskapstrupulleikanum


• Fastar mannagongdir fyri harðskaparmál


• Viðgerðartilboð til teirra, sum hava harðligan atburð Ein samskipari skal setast at íverkseta heildarætlanina.


Heildarætlanin sæst her


http://www.us.fo/Files/Filer/fragreidingar/Heildar%C3%A6tlan_Har%C3%B0skap.pdf