“GER SKÁLKINUM GOTT! HANN LØNIR TÆR AFTUR VIÐ HÁÐ OG SPOTT”

Felagið Byrsumúli slapp at halda sonevndar Oyggjaleikir í Sandvíkum í 1989. Endamálið var at vinna okkurt hissini blikkmerki í hesum ótýðandi leikum.

Undirskrivað avtala varð gjørd soleiðis at felagið skuldi finna annað øki eftir leikirnar og í seinasta lagi í 1992.

Men felagið góðtók als ikki tað teir sjálvir høvdu skrivað undir, og vildu ikki fara av økinum. Tað var teimum líka mikið hvat eigarin av økinum segði og kravdi. 

Teir gjørdust lendistjóvar og sjálvtakarar væl stuðlaðir av Tórshavnar Kommunu, Friðingarmyndugleika og Jarðarráðnum, sum ikki smæddust við dyggiliga at stuðla lógloysinum.

Fleiri halda at vit hava eitt rættarsamfelag! Góðan morgun!

Politivaldið rak teir burtur av økinum fleiri ferðir, men tað høvdu teir eisini ilt við at akta.

Í stuttum kann sigast at Jarðarráðið linkaði í kongunum og seldi alt hetta deiliga øki til Tórshavnar Kommunu sum síðani letur Byrsumúla dusa sær og oyðileggja náttúruperluna Sandvíkar, seinasta fjøruslætta ónortna øki við sjógv í kommununi, og við Kalbaksfjørð.

Kommunan hevur til nú brúkt fleiri miljónir krónur á staðnum til nakrar fáar skjótiglaðar mans.

Nú er Býráðið, við teimum trettan valdu “fólksins tænarum” í  meinigheitshúsinum á Vaglinum, komið til ta niðurstøðu at nú skullu teir fáu skjótiglaðu fáa einar fýra miljónir afturat soleiðis at Sandvíkar fær endaliga mønustingin. Alt øki fer undir asfalt, byggjast skal stórt felagshús við veitsluhøll og landnámsrættin fer fyri skeyti.

Sig so at tað ikki loysir seg at bróta avtalur, stjala og bera seg at sum í “Wild West”  Ger tú tað verður tú borin á lógvum av myndugleikum okkara! Serliga av Tórshavnar Kommunu!

HOYVÍKSGARÐUR
Garðurin varð fluttur niðan á Vatnaskarðar í sjeytiárunum tí at landið (Royndarstøðin) skuldi selja undirhagan til byggilendi og soleiðis fáa ráð til at byggja nýtt í Kollafjarðardali. Hálvi hoyvíksgarður hjá Royndarstøðini var upprunaliga stolin frá hoyvíksbónda fyrst í átjanhundrað í einum festiskifti. Tjóvurin var Landfútin í Føroyum, sum hevði við festiskifti at gera. Og hann stjól til sjálvan seg soleiðis at helvtin av Hoyvík varð til fútagarð.

Í dag hevur garðurin stórt framkomið mjólkfjós, og er týðandi mjólkarveitari. Víður bøur, kanska víðasti bøur í landinum. Har er eisini seyðahús og sethús.

Vegurin niðan er góðar fimmhundrað metrar. Kommunan eigur sambart lóg viðlíkahaldið av vegnum men vil ikki liva upp til tað. Vegurin er ikki koyrandi eftir, og síðani kommunan sproytuasfalteraði vegin í 1988 er onki gjørt hóast meturvís av áheitanum. Tað heldur Kommunan seg ikki hava ráð til hóast miljónirnar bólta inn í kassan og tað sum ikki rúmast har verður lutvíst brúkt til at oyðileggja Sandvíkar og at stuðla skotglaðum lógbrótarum. Men at viðlíkahalda kommunalan veg til eitt munandi framleiðsluvirksemi? 

NEI! 

Tví vorðið Tórshavnar Kommunu!

KOMMUNUSAMANLEGGING
Vit vóru í Tórshavnar Uttanbýggja Kommunu til 1979. So fyriskipaðu Tórshavn og leiðslan í Jarðaráðnum eina sníkjandi kollvelting fyri at fáa Hoyvík undir Tórshavn. Teir sendu nakrar dugnaligar “deyðans advokatar” runt til at lokka fólk at skriva undir eina “addressu” við gyltum lyftum, og tí endamáli at fáa Hoyvík úr Uttanbýggja, - uttan upplýsing og fólkaatkvøðu! Ein sera ódemokratisk mannagongd!

Tað lukkaðist við sera ivasomum úrsliti. Við hesum kundi Tórshavn spara sín egna haga sum teir keyptu í nítjanhundrað og tríatiárunum. Soleiðis kundu teir oyðsla við lendinum í Hoyvík og blaka misháttaða vinnu og skjótibreyt til Hoyvíkar.

Høgni Vestergaard, sáli, skrivaði einaferð at ikki var skilagott at lata “perlur til svín”. Tað hevði hann bara so rætt í. 

Frægast man vera at fáa minkað Tórshavnar Kommunu. Hon livir ikki upp til ábyrgdina at halda tað hon hevur kíkað undir seg.

Ella má útjaðarin í kommununi taka seg saman til valið sum skjótt verður.

Hanus Vang, 
verkfrøðingur og fyrrverandi bóndi í Hoyvík