“Føroyar móti krabba” er fyribils útsett

Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava avgjørt at fyribils útseta innsavningartiltakið “Føroyar móti krabba”, sum skuldi vera 28. mars.

“Føroyar móti krabba” er fyribils útsett
 
Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava avgjørt at fyribils útseta innsavningartiltakið “Føroyar móti krabba”, sum skuldi vera 28. mars.
 
Fyrireikararnir halda ikki, at ráðiligt er at skipa fyri so stórum og umfatandi tiltaki í løtuni, tá ið vandi er fyri, at corona smittan kann breiða seg millum mongu luttakararnar í tiltakinum. Eisini er stórur vandi fyri, at Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið verða løgd lamin, um smittan breiðir seg, tí stórur partur av teirra arbeiðisfólki er savnað til tiltakið.
 
Vit eru sera fegin um alt tað arbeiði og alla ta vælvild, sum allir stuðlarnir kring alt landið higartil hava veitt okkum, og vit takka tykkum hjartaliga og vóna, at tit eisini stuðla okkum, tá ið “Føroyar móti krabba” verður.
 
Tað er harmiligt at útseta tiltakið, men tað er tað rætta at gera, nú støðan er, sum hon er.
 
Vinaliga
 
Krabbameinsfelagið, Kringvarp Føroya & Norðurlandahúsið