“Brandfellurnar”

Fyribils viðmerkingar frá Tórshavnar kommunu til sjónvarpssendingina “Brandfellurnar” 7. mai 2012


Tað er alla æru vert, at Kringvarpið við eini sending roynir at seta sjóneykuna á brunatrygd á bústaðarøkinum. Tað fegnast Tórshavnar kommuna um. Og kommunan fegnast eisini um, at løgtingið umsíðir samtykti nýggja byggilóg og tilbúgvingarlóg í seinastu viku. Tann myndugleikaforvirringur, sum í alt ov nógv ár hevur verið galdandi, hevur nú fingið ein enda, og kommunalu byggimyndugleikarnir hava loksins fingið greiðar lógarheimildir, sum eisini hava stóran týdning fyri alla brunamálsviðgerð.


Etisk atlit


Kommunan mælti av etiskum ávum Kringvarpinum frá at gera eina sending, sum kann nerva tey avvarðandi enn meira, og heldur leggja størri dent á brunatrygd yvirhøvur. Kommunan harmast tí um, at Kringvarpið ikki tók somu atlit, men valdi at gera sendingina á ein slíkan ódámligan hátt, ið tíverri tók fokus frá tí yvirskipaða boðskapinum, sum ein tílík sending kundi havt um tað, hvør einstakur húsaeigari kann gera við eitt nú roykvarnarum, bjargingaropum, sløkkiútgerð o.l., til tess at hava best møguliga brunatrygd í heimi sínum.


Kommunan varð av Kringvarpinum í mars 2012 biðin um at luttaka í sendingini. Kommunan játtaði at luttaka at tosa um tað, sum hildið varð at verða boðskapurin í sendingini – nevnliga brunatrygd á bústaðarøkinum generelt. Kommunan gjørdi greitt, at hon av etiskum og fyrisitingarligum ávum ikki vildi viðgera einstøk mál.** Kommunan svaraði tí Kringvarpinum skrivliga m.a. soleiðis:


(Citat): “Tórshavnar kommuna svarar altíð fegin spurningum frá fjølmiðlum, sum hava til endamáls at lýsa mál, sum borgararnir hava áhuga í. Og í hesum máli hevur kommunan eisini sagt seg sinnaða at taka lut og svara teimum spurningum, sum kommunan – við fyrisitingarrættarligum og etiskum atlitum – kann loyva sær.....


....Kommunan viðger ikki ítøkilig mál, sum viðvíkja viðurskiftum hjá einstøkum borgarum í fjølmiðlunum, men kommunan vil fegin taka lut í generellari viðgerð av slíkum málum”. (Citat slut).


Støðan hjá Kringvarpinum var tó hendan:


(Citat): “Tíverri, ein samrøða bert um generell viðurskiftir hevur ikki áhuga....(Citat slut).


Kringvarpið ”upplýsir” móti betri vitandi


Eftir sendingina “Brandfellurnar” í sjónvarpinum mánakvøldið kann tíverri staðfestast, at hóast bæði fútin, vitni og advokaturin hjá Tórshavnar kommunu frammanundan sendingina hava gjørt Kringvarpið varugt við, at uppáhaldini og ákærurnar hjá fyrrverandi stovnsleiðaranum á Brunaumsjón Landsins, Petur á Lava Olsen, eru heft við nógvum og grundleggjandi feilum, hevur Kringvarpið valt at síggja burtur frá hesum og ikki rættað hetta í sendingini.


Í sendingini seta bæði tíðindamaðurin hjá Kringvarpinum og fyrrverandi stovnsleiðarin fram grovar og ósømiligar ákærur móti Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna er av tí áskoðan, at tað er hvørki fyrrverandi stovnsleiðarin á Brunaumsjón Landsins ella Kringvarpið og heldur ikki Tórshavnar kommuna, sum skulu gera seg til ákæra og dómara í máli sum hesum, soleiðis sum fyrrverandi stovnsleiðarin á Brunaumsjón Landsins og Kringvarpið gjørdu í sendingini.


Tí tað er løgreglan, sum ger kanningar í slíkum málum, og ákæruvaldið, sum tekur avgerð um, hvørt ákæra skal reisast móti nøkrum parti í málinum. Í hesum ítøkiliga máli hevur kommunan fingið skrivliga fráboðan frá Føroya Landfúta um, at kommunan ikki hevur framt nøkur revsiverd viðurskifti í hesum máli. Hóast Kringvarpið frammanundan sendingini hevði fingið avrit av hesum skrivi, nevnir sendingin hjá Kringvarpinum ikki eitt orð um hetta.


Tórshavnar kommuna vil ikki hava hesar skuldsetingar sitandi á sær, og er nú farin undir at kanna fleiri av útsagnunum í sendingini, áðrenn støða verður tikin til, um nakað víðari skal henda.


Byggimálsviðgerðin og tað, sum bygt verður


Sendingin gav ta mynd, at byggmálsviðgerðin í Tórshavnar kommunu er tilvildarlig, har áløgd atlit til brunatrygd ikki verða fylgd. Kommunan skal staðiliga vísa hesum aftur. Tað er tó ein sannroynd, at fólk ikki altíð halda seg til tað, tey hava fingið byggiloyvi til, og gera broytingar, sum kommunan ikki fær nakað at vita um, eins og kommunan heldur ikki fær fráboðan um at koma at sýna hús og skriva byggiváttan, áðrenn fólk flyta inn.


Har er veikleikin við higartil galdandi lóggávuni, at kommunalu byggimyndugleikarnir hava ikki heimild at koyra fólk út úr ólógliga bygdum húsum, og hava heldur ikki aðrar revsimøguleikar.


Brunaumsjón Landsins hevur hinvegin víðari heimildir til slík inntriv, enn hvat kommunalir byggimyndugleikar hava. Hvussu ofta Brunaumsjónin hevur brúkt hesa heimild mótvegis ólógliga bygdum bústaðum, veit kommunan tó ikki. Tað einasta kommunan kann gera, er at fara í rættin við slíkum málum um ólógliga bygging, men tað er ein sera drúgv tilgongd, har tað eru dømi um mál sum hava tikið yvir 10 ár í rættarskipanini.


Tí fegnast kommunan sum sagt um, at løgtingið umsíðir samtykti nýggja byggilóg og tilbúgvingarlóg í seinastu viku, hóast Fiskimálaráðið og fyrrverandi stovnsleiðarin á Brunaumsjón Landsins ikki tóku undir við hesum, sum tað framgongur av hoyringsskrivum sum vóru latin løgtinginum í samband við nevndarviðgerðina.


Tórshavnar kommuna


Heðin Mortensen


Borgarstjóri