Láturverjar fólkapensionistana

Ein veit ikki, um ein skal flenna ella gráta, nú politikarar úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum royna at gera seg til látutverjar fyri fólkapensjónini. Tað vóru jú  hesir  somu flokkar, sum í 1957 ikki minni enn tríggjar ferðir royndu at forkoma fólkapensjónini, tá hon enn var í egginum. 

Tríggjar ferðir legði Javnaðarflokkurin hetta vala uppskot fram á Løgting, men til fánýtis. Hvørja ferð varð glæsiligasta nýbrotið í føroyskari  politiskari pensjónssøgu felt av báðum teimum stóru borgarligu flokkunum. 

Eins og í dag ynsktu hesir báðir flokkar eisini tá eina  samhaldsfasta fólkapensjón har piparið grør. Teir tvíhildu heldur um táverandi ellisrentuna, ið var eitt neyðaregg og ein beinleiðis háan ímóti pensjonistunum samanborið við ta slóðbrótandi fólkapensjónina, sum pensjonistarnir nú í samfull 60 ár hava notið gott av.

Nú royna so somu flokkar, ið hata samhaldsfesti, at gera seg til láturverjar fyri fólkapensjónini, samstundis sum teir av øllum alvi royna at sabotera neyðugar  broytingar. 

Eftir 60 ár er sjálvsagt neyðugt at gera tillagingar og broytingar hesum viðvíkjandi. Í 1958 vóru 15 fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist, men um nøkur ár vera bert fýra fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjonist. Harafturat er livistøðið munandi hækkað og livialdurin  munandi hækkaður. 

Tí krevst ein radikal broyting, um pensjonistarnir ikki skulu verða sleptir uppá fjall í framtíðini. 

Men í staðin fyri at síggja veruleíkan í eyguni, gera teir borgarligu flokkarnir eins og strutsurin, ið stingur høvdið niður í  sandin. 

Samstundis royna teir allar  politiskar snildir at sabotera pensjónsuppskotið. Tí teir síggja, at her vendist ikki aftur, og teir tí eru noyddir at viðurkenna, at teir hava sovið í tímanum.

Harafturat skulu vit minnast til, at Fólkaflokkurin í 2002 var við til at samtykkja, at partar av  fólkapensjónini ikki skuldu prístalsregulerast frá tá av. Ein nýtist ikki at vera klókasta høvdið í flokkinum fyri at síggja, at fyri  pensjonistarnar hevur tann broytingin havt stórar fíggjarligar avleiðingar. 

Stóri trupuleikin hjá nevndu flokkum við at Samhaldsfasti ætlandi skuldi vera bulurin í pensjónsskipanini er tann, at tá høvdu tær høgu inntøkurnar skula goldið munandi meira enn tey, sum hava tær lágu inntøkurnar. 

Tað er veruliga orsøkin til, at báðir teir stóru borgarligu flokkarnir av øllum alvi royna at forkoma royndunum hjá Javnaðarflokkinum at gera  bráneyðugar broytingar, sum skulu tryggja teimum, ið bert hava fólkapensjónina, eina munandi hækking av tøka peninginum at liva fyri, eins og skipanin verður fíggjarliga burðardygg í framtíðini. 

Tí trygdini borgar Javnaðarflokkurin fyri, eins og tað var sami flokkur, sum fyri 60 árum síðan legði lunnar undir fólkapensjónina hóast harða mótstøðu frá teimum flokkum, sum í dag royna at gera seg upp sum láturverjar fyri pensjonistunum.  

Í oddagrein i Sosialinum 24. januar í ár stendur millum annað, sitat “Tryggingarstjórar vena seg eisini, nú uppskotið sigur, at privata pensjónin "bara" skal vera 12 prosent og ikki 15 prosent. Katastrofa halda teir. 

Her er ætlanin at Samhaldsfasti skal styrkjast tilsvarandi. Men tryggingarfeløg fáa einki úr Samhaldsfasta, sum letur alt til fólkið. Har er einki umsitingargjald og eingin millumrokning og eingin annar, ið skal tjena uppá pensjónina. Fólkið fær allar pengarnar. Vit kunna spyrja, hví ikki styrkja Samhaldsfasta enn meira? Og hví ikki lata fólksins pengar arbeiða í Føroyum? Pensjónin  eígur ikki at vera  eitt stríðsmál á tingi. Ósemjunar eru í veruleikanum kávalótir og symbolpolitikkur. 

Takið tykkum saman og gerið eina virðiliga skipan - eins og teir kláraðu fyri 60 árum síðani” sitat enda.

Uttan ein samhaldsfastan politikk, ið tann føroyski Javnaðarflokkurin loysti úr lagdi fyri 60 árum síðan, hevði okkara samfelag ikki verið millum heimsins bestu  vælferðarsamfeløg í dag. Sjálvsagt vilja tað vera ymisk viðurskifti, sum altíð kunna gerast betri. 

Hinvegin, høvdu vit ført ein politikk seinastu áratíggjuni eftir fólkafloksleisti ella í samsvari við ráðaleysa afturhaldspoltikkin, sum Sambandið nú við Bárði á Steig Nielsen á odda førir, so høvdu vit ikki havt tær vælferðartænastur, vit hava í dag. 

Hvussu hevði støðan verið, um Samhaldsfasti ikki var tøkur í dag? Og hvussu hevði verið, um eingin arbeiðsloysistrygging var í dag? Um Javnaðarflokkurin ikki var so sterkur politiskt árini 1990-1994, so høvdu hvørki fólkapensjónin ella Samhaldsfasti verið á tí støði, sum hesar vælferðarveitingar eru á í dag.

At hesi fyri Javnaðarflokkin so týðandi málini skuldu fremjast saman víð høgravenda  Fólkaflokkinum, er lagnunar speisemi, og hevði verið óhugsandi í dag viðJørgen Niclasen sum formanni. 

Eg havi sagt tað fyrr og kann endurtaka tað, at var Jógvan Sundstein ikki formaður í Fólkaflokkinum tá, hevði tað verið sera trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fingið hesi fyri Javnaðarflokkin so týðandi mál  løgd fram tíansheldur samtykt. 

Til alla lukku hevði Javnaðarflokkurin ein sterkan formann í Atla Dam sála. Tí rembingarnar vóru øgiligar í Fólkaflokkinum. Bara navnið Samhaldsfasti fekk spýggjuna upp í hálsin á teimum. 

Men sum fyrr sagt, so var formaður Fólkafloksins liberalur og realistiskur í mun til politisku  heykarnar í flokkinum tá. Eisini var kemiin millum hann og Atla Dam  sera góð. Tí fekk Javnaðarflokkurin loyst upp fyri og samtykt tvey av størstu politisku sosial- og arbeiðsmarknaðarmálum í nýggjari politiskari søgu. 

Sama skilið var, tá samráðast skuldi um ALS. Heykarnir í Fólkaflokkinum meintu, at 50 prosent  var ivaleysa stórt gjald til tey arbeiðsleysu. Men aftur her var Folkaflokkurin noyddur at góðtaka uppleggið frá Javnaðarflokkinum uppá 70 prosent av eini arbeiðaraløn. 

Tað er tí vón mín, at veljarin gjøgnumskoðar politiska sjónleikin, ið formenn  Sambandsfloksins og Fólkafloksins borðreiða við. Serliga í pensiónsmálinum. 

Tað var Javnaðarflokkurin, sum borgaði fyri fólkapensiónini frá byrjan av, og sami flokkur er í dag ivaleysur um, at pensjonistarnir verða tapararnir, um tað nú aftaná 60 ár ikki verður gjørt nakað munagott fyri at broyta skipanina.

Tí grundarlagið undir veitingunum og alt samfelagið er so nógv broytt hesi nógvu árini.

At alt ov lítið er gjørt til tess at nútímansgera fólkapensjónina, er helst orsøkin til, at okkara pensjonistar eru afturútsigldir fíggjarliga seinastu nógvu árini.

Tað  leggja borgarligu flokkarnir vertin í. 

Tí eigur Javnaðarflokkurin at halda fast um eftir samhaldsfestum leisti at gera broytingar til gagns fyri tey, sum hava lagt lunnar undir  okkara vælferðarsamfelag.

Frank Davidsen