Lat so bara jólini koma – nú lýsir stóra jólatræið

Lotið var kalt, men veðrið var gott seinnapartin leygardagin, tá ið Gunvá við Keldu, borgarstjóri, tendraði stóra jólatræið í Vágstúni, har fitt av børnum og vaksnum vóru savnaði.


Sum vant spældi Klaksvíkar Hornorkestur nakrar vakrar jólatónar, áðrenn Gunvá við Keldu borgarstjóri, taldi saman við børnunum og síðani trýsti á kontaktina, sum tendraði ta stóra jólatræið.


Síðani helt borgarstjórin eina stutta, men góða, røðu, sum vit endurgeva her niðanfyri.


Eftir røðuna spældi hornorkestrið aftur, og meðan teir spældu seinasta sangin, sóust jólamenn, í hesaferð søgdust koma úr Árnafirði, koma gangandi oman eftir Bøgøtu, og so vistu børnini, at okkurt gott var í væntu.


Skótarnir vóru, sum so mangan, eisini fúsir at geva sítt góða íkast, sum hesaferð var at selja kaffi, te og kakao við onkrum góðum afturvið.


Vit endurgeva her røðu borgarstjórans:


Jólini lýsa upp ta myrku tíðina


Góðu klaksvíkingar og norðoyingar, og ikki minst øll fittu børnini, sum eru savnað her! Tað er altíð ein serligur hátíðardámur, tá ið jólatræið í Vágstúni verður tendrað.


Tað er neyvan nakað, sum hevur størri ávirkan á børn og vaksin enn sæla jólatíðin. Upp eftir fjallasíðunum síggjast hús, stovnar og handlar skrýdd við ymisklittum perum og prýði.


Hjá børnum og ungfólki kennist alt so spennandi, meðan afturtráanin (nostalgi) merkir okkum vaksnu.


Tað at halda jól uttan eitt jólatræ, er í dag óhugsandi. Men tað eru nú ikki so mong ár síðan, at jólatræ ikki var ein partur av føroysku jólunum. Hetta er ein siður, vit hava tikið til okkum úr útlandinum – ein siður, sum upprunaliga kemur úr Týsklandi.


Í Danmark varð fyrsta jólatræið tendrað í 1808, og var tað hjá eini týsk/danskari familju. Úr Danmark hava vit so tikið henda sið til okkum, og varð fyrsta træið í Vágstúni nokk tendrað miðskeiðis í farnu øld.


Sigast má, at hetta er ein hugnaligur siður hesar myrkastu dagarnar á árinum, at vit hava eitt vakurt træ standandi, pyntað við alskyns prýði, og sum lýsir bjart við vøkrum ljósum.


Fleiri sangir eru yrktir til jólatræið, sangir vit vanliga syngja um jólini. Eisini eru vit mong, sum kenna kenda ævintýrið hjá H. C. Andersen, "Granntræið", har høvuðsboðskapurin er so ógvuliga aktuellur í dag: At njóta dagin, at liva í nú‘inum og vera takksom.


Søga um jólatræið


Nú vil eg siga tykkum vøkru søguna um upprunan til jólatræið, tá ið Gud sendi einglar út at finna vakrasta granntræið, sum skuldi kjósast til "Jólatræ".


Tríggir einglar vóru sendir avstað, trúareingilin, vónareingilin og kærleikans eingil. Teir flugu út yvir landið móti einum stórum skógi. Á vegnum tosaðu teir saman um, hvat træ teir skuldu velja.


Trúareingilin segði: ”Tað træ, eg vil hava, skal hava kross-merki. Tað skal vera beint, og toppurin á tí skal peika beint móti himli."


Vónareingilin segði: "Eg vil hava eitt træ, ið hevur tann lit, mær dámar best. Tað skal ongantíð følna, men vera grønt bæði vetur og summar, vera grønt altíð."


Kærleikans eingil, sum altíð er so vænur og blíður, segði síðani: "Tað træ, mær dámar, skal vera eitt træ, ið kann líva, og sum kann breiða sínar greinar út, so allir smáfuglar kunnu finna lívd undir teimum."


Hvat træ var hetta so? Jú, tað var vakra granntræið, sum ber krossmerkið á øllum greinum, sum er grønt alt árið, og sum veitir himmalsins fuglum lívd.


Tá ið einglarnir høvdu funnið hetta træið, vildu teir eisini geva jólatrænum hvør sína gávu.


Trúareingilin gav tey skínandi ljósini, ið skulu minna um hann, sum er heimsins ljós.** Vónareingilin setti ta gyltu stjørnuna á trætoppin.


Men kærleikans eingil fylti træið við gávum frá fótinum til toppin.


Við hesi vøkru søgu ynskji eg tykkum øllum eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, við ynskjum um blíðan byr fyri okkara vinnulív, fyri býin, alla kommununa, ja allar norðoyingar, nú vit skjótt fara inn í eitt nýtt ár, sum óivað fer at hava stórar avbjóðingar við sær.


Enn einaferð gleðilig jól øll somul.


Kelda: www.klaksvik.fo