Lánsavtala um tunnilsverkætlanir bindir Føroyar tættari at Ríkisfelagsskapinum

Tað er nú staðfest og prógvað, at Ríkisfelagsskapurin er ein beinleiðis høvuðstreyt fyri at veita lán til tunnilsverkætlanina “Eystur- og Sandoyartunlar” ella sagt við øðrum orðum, fara Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, so verður lánsavtalan uppsøgd og restlánið skal afturgjaldast, og tørvur verður á einari kostnaðarmiklari endurfígging - so loysingarfólk nú skulu tit gloyma alt um loysing komandi nógvu árini

Tað er staðfest og prógvað í svarinum frá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum (§ 52a skrivligur fyrispurningur frá undirritaða), at ein høvuðstreyt fyri at gera eina lánsavtalu um Eystur- og Sandoyartunlar var, at Føroyar verða verandi í Ríkisfelagsskapinum, so leingi lánsavtalan er galdandi.

Ella sagt við øðrum orðum ..... Ríkisfelagsskapurin hevur so stóran fíggjarligan týdning fyri Føroyar og landskassan og lánið er so mikið stórt, at fara Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, ja so fellur restskuldin til gjaldingar í ótíð og tørvur verður á kostnaðarmiklari endurfígging.

Í avtaluni stendur m.a. um “Change of Control” í sambandi við tilknýtið til Danmark: “For purposes of this Section 8.8., “Change of Control” shall occur at such time (i) the Faroe Islands’ union with Denmark ceases, (ii)...“

Týtt til føroyskt: “Change of Control” kemur fyri, tá (i) felagsskapurin hjá Føroyum við Danmark heldur uppat, (ii)...“

“Change of Control” er ein áseting í einari avtalu, sum gevur einum parti ávís rættindi (td. um góðkenning, gjald og uppsøgn) í sambandi við broytingar í ognarskapi, broytingar í rakstri og leiðslu og onnur týðandi viðurskifti.

Tí er tað eisini skeivt, at landsstýrismaðurin í svarinum fyrst sigur ella tulkar, at avtalan ikki hevur sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av Ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum, men í sama andadrátti sigur hann, at ein treyt er m.a.: “..... at koma broytingar av týðandi slagi fyri hjá partafelagnum ella eigaranum hjá partafelagnum, skal felagið kunna lánveitarar um broyttu støðuna og bjóða hvørjum teirra at fáa (rest)lánið afturgoldið. Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr Ríkisfelagsskapinum, at landið selur av ognarlutinum í felagnum, ella at heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt.”

Tá eg las innihaldið í svarskrivinum frá landsstýrismanninum og yvirskriftirnar í fjølmiðlunum kom mær til hugs “Fake News” - hálvir sannleikar, politiskar tulkingar, reingjan av veruleikanum o.a. Og Tjóðveldi leypir óseriøst og manipulerandi beint á bláman beinanvegin við einari lýsing um fakta: “Sambandið við Danmark er hvørki treyt ella trygd fyri lánunum til Eysturoyartunnilin.” Men tjóðveldisfólk hetta handlar ikki um kenslur og undirbrotligheit, men um fakts í einari formligari lánsavtalu um eitt risalán upp á 2,8 milliardir kr. - lesið greiða tekstin í avtaluni um “Change of Control”.

Vit kunnu nú loyva okkum at siga, at henda lánsavtalan er ein politisk og formlig binding, sum vil nakað og hevur í praksis við sær, at Føroyar og loysingarfólk komandi nógvu árini, heilt fram til 31. januar 2040, skulu gloyma alt um loysing frá Ríkisfelagsskapinum.

So tit loysingarfólk - loysing merkir uppsøgn av risaláninum, afturgjald av restskuld, samráðingar við aðrar og nýggjar lánsveitarar umframt høgar kostnaðir til endurfígging o.a.

Les meira: Skrivligt svar frá landsstýrismanninum 

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin