Landsverk setir ikki spurnartekin við løgfrøðisfrágreiðing

ENDURGJALD: Eftir sjónvarpssendingina um Eystuoyartunlinum týskvøldið kann almenningurin hava fingið ta fatan, at stjórin á Landsverki er ósamdur við niðurstøðuni í eini løgfrøðisligari frágreiðing frá Løgmansskrivstovnuni.


Ein niðurstøða í hesi frágreiðing er, at Landsverk hevur heimild at rinda Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, 1,0 mió. krónur sum endurgjald fyri, at sáttmálin við áðurnevnda ikki varð undirskrivaður, áðrenn tíðarfreistin var úti.


Í sendingini staðfesti Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, at stovnurin í verandi støðu ikki metir seg hava heimild at rinda endurgjald. Hetta merkir, at boð um at rinda endurgjaldið skulu koma frá politisku skipanini.


Samrøðan við stjóran á Landsverki varð gjørd í síðstu viku, t.e. dagar frammanundan, at løgfrøðisliga frágreiðingin hjá Løgmansskrivstovuni varð almannakunngjørd. Tað er tí skeivt at staðfesta, at stjórin er ósamdur við niðurstøðuni í eini frágreiðing, sum hann ikki kendi innihaldið av.