Landsverk í samstarvi við oljufeløg um orkusparing

ORKUNÝTSLA: Samgongan hevur sum mál, at helvtin av allari upphiting skal vera grøn í 2025. Fyri veruliga at fáa sett gongd á leiðina fram móti hesum máli, roynir Landsverk nýggjar leiðir við oljuútboði og samstarvi við oljufeløgini.

Árliga játtanin til viðlíkahald av landsins bygningum nøktar ikki stóra tørvin á viðlíkahaldi og gevur ikki nógv rúm fyri grønum átøkum. Sum ein liður í at bøta um støðuna, hevur Landsverk tikið stig til at samskipa innkeyp av olju til almennar bygningar við at bjóða út oljuveitingina og harvið spara rættiliga fitt av peningi, sum síðani kann nýtast til orkusparing í samstarvi við oljufeløgini.

Endamálið við oljuútboðnum er millum annað at tryggja, at landið fær mest møguligt fyri skattapeningin. Harnæst verður oljuútboðið nýtt sum liður í verkætlanini, Orkutak, hvørs endamál bæði er at minka um orkutørvin í landsins bygningum og flyta okkum nærri eini grønari orkuloysn.

Umframt at miðja ímóti einum góðum prísi, leggur oljuútboðið upp til eitt mennandi samstarv við oljuveitara um orkusparandi tiltøk og ikki minst kunning um orkunýtslu og standin á teimum ymsu hitaskipanunum, sum oljuveitarin serviserar.

Freistin at lata inn tilboð var úti 28. juni, og inn komu tvey tilboð. Úrslitið var, at Effo vann útboðið, men Magn hevur optión upp á at vera við í samstarvinum.

Frammanundan hevur hvør stovnur sær í stóran mun sjálvur staðið fyri innkeypi av olju. At Landsverk nú hevur bjóðað hetta út samlað fyri allar bygningar undir landinum, hevur víst seg at verið ein røtt avgerð.

Samstarvið við oljufeløgini um útboðið hevur verið gott, og oljufeløgini hava víst ein jaligan hugburð mótvegis orkusparandi átøkunum, sum Landsverk leggur upp til.

Avtalað er, at samstarvað verður um orkusparing og hitatænastu, sum eisini inniber, at oljufelagið boðar Landsverki frá støðuni á ymsu hitaskipanunum, so bæði stovnar og Landsverk fáa eitt betri yvirlit yvir støðuna í ymsu bygningunum. Av tí sama verður lættari og skjótari at seta inn, har tørvurin er størstur, ella har ringast stendur til.

Eisini leggur Landsverk sera stóran dent á framyvir loypandi at fáa kunnleika um ikki bert oljusøluna, men eisini um verandi hitatørvin, ið ymsu bygningarnir hava. Hetta letur upp fyri góðari raðfesting av tiltøkum og kunning, um eitthvørt er, sum er atvoldin til eina ov høga oljunýtslu í einum ávísum bygningi.

Landsverk ynskir at ganga á odda við at fáa eitt nøktandi góðskustøði á øllum almennum bygningum. Árligu játtanin til viðlíkahald av hesum bygningum røkkur alt ov stutt. Tí er alneyðugt at hugsa nýtt og velja øðrvísi loysnir.

Við hesum útboði, sum samskipar alla oljuveiting til landsins bygningar, ítøkiligu sparingini og samstarvinum við oljufeløgini um orkusparing annars, hevur Landsverk sett gongd á grønu kósina. Málið er, at helmingurin av landsins bygningum skulu nýta grønar loysnir til upphiting í 2025.

Samanumtikið er talan um eina samansjóðing av viðlíkahaldsuppgávum, orkusparandi tiltøkum og umleggingum til grøna orku, sum merkir ein sjálvfíggjandi sirkul, ið melur rætta grøna vegin.