Landsverk brynjað til veturin

LV & VETRARHALD: Veturin stendur fyri durum, og tað merkir, at bilarnir skulu skøðast hareftir. Longu náttina til mánadagin fór hitin niður um frostmarkið, og tað merkti hálku í støðum. Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum, tá brúk er fyri hesum.


Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri veturin verða lýst, og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting verður umrøtt.


Hagtøl aftur í árini vísa, at hálka oftani kemur fyri longu í oktober-mánaða, og kann koma fyri langt út í apríl. Í ár hevur hálkan longu gjørt vart við seg, tí hált var millum annað á Oyndarfjarðarvegnum náttina til mánadagin og mánamorgunin.


Fyri seinasta vetur vísa hagtølini til dømis, at fyrsti hálkudagur var 18. oktober 2010 og seinasti hálkudagur var 29. mars 2011. Í fjørvetur vóru tilsamans 104 hálkudagar, og til at basa hesum hálkudøgum nýtti Landsverk 1.248 tons av vegsalti og 400 rúmmetrar av lakasalti.


Sum liður í vetrartænastuni hava vit á Landsverki í ár valt at gera meira burturúr kunningini her á heimasíðuni til bilføraran, sum skal út at koyra í vetrarferðsluni. Vit spyrja, um bilurin er vetrarklárur, veita góð ráð um koyring í vetrarferðsluni, upplýsa hvar og nær vit salta og rudda kava og vísa á, hvussu vetrar frammanundan hava verið. Les meira um alt hetta á heimasíðuni


http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=18037