Landsstýrismenn í hvør síni liga

Hóast Framsókn heldur lítið um politiska grundarlagið undir landsstýrissamgonguni, kunnu vit saktans viðganga, at tað glógvar meira í summum landsstýrisfólkum enn í øðrum. Soleiðis er vinnumálaráðharrin, Johan Dahl, av álvara um at fáa fatur í rætta endanum í fiskivinnumálum, meðan tað sama ikki kann sigast um Jákup Mikkelsen, landsstýrismann í sjeyndahvørjum fiskivinnumáli.


Í Framsókn eru vit púra samd við Johan Dahl um støddina á tí tilfeingi, sum er í føroyskum sjógvi. Vit eru eisini samd um, at møguleikarnir fyri virðisøking eru øgiliga stórir, og tað er púra sjálvsagt, at vinnan rindar eitt munandi tilfeingisgjald. Hetta er beint í tráð við valtema okkara um, at vit skulu byrja við tilfeingisgjaldi á nývunnin rættindi, sum eingin okkara átti til fyri stuttum. Í eini desperatari roynd at lata vinnuna sleppa undan tilfeingisgjaldi hava summi róð framundir, at tað er ikki rætt hjá landinum at taka sær inntøkur, sum eru óvissar ár undan ár. Til hetta er at siga, at hetta er ikki verri fyri landið enn fyri vinnuna, treytað av, at vit samstundis hava politikkarar, sum ikki brúka inntøkurnar til kodda, men tora at nýskipa og rationalisera almenna raksturin. Í Framsókn vænta vit, at vit hava atgongd til stór uppisjóvarvirði í fleiri ár frameftir, men skuldi talan verið um ”óvæntaðar” inntøkur, so skulu tær undir øllum umstøðum koma eigaranum – øllum fólkinum – til gagns eins væl og vinnuni.


Framsókn tekur eisini undir við, at makrelkvotan verður býtt til ymsar skipabólkar, so alt samfelagið eisini kann fáa vinnuligt gagn av uppisjóvarvirðunum, og vit kunnu forða fyri, at ójavnarnir millum fiskimenn, reiðarar og arbeiðsfólk á landi innan ymsu vinnugreinarnar gerast enn størri, enn teir longu eru.


Hesi atlit eiga at verða nøkur av fleiri, sum vit vísa, tá vit í næstum skulu taka telgja til fortreytirnar fyri fiskiloyvum til vinnuna sum heild eftir 2018. Johan Dahl tykist at skilja hetta. Vónandi ger flokkur hansara tað eisini – og ikki minst floksleiðarin, sum umframt at vera løgmaður nú at vera blivin fiskimálaráðharri. Onkursvegna skilir Fólkaflokkurin ikki álvaran í hesum, ella eisini er ætlan hansara rætt og slætt at lata nøkrum fáum familjum fólksins ogn – og tað enntá uttan avgjald! Hvørki av hesum eigur at henda. Kravið hjá øllum hampafólki er, at fólksins ogn verður fyrisitin við viti og skili og við ábyrgd mótvegis Føroya fólki.


Framsókn


Poul Michelsen


Janus Rein