Landsstýrismaðurin tikið avgerð um Viðareiðisfarleiðina

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú avgjørt, at farleiðin til Viðareiðis í framtíðini verður sokallaða tunnilsloysnin. Við hesi loysnini verður gjørdur tunnil millum Hvannasund og Middal, og vegur haðani til Viðareiðis.


Verandi vegur til Viðareiðis er nógvastaðni í brattlendi og trupulleikar eru av grót- og skriðulopi. Á nýggju farleiðini er vandin fyri hesum burtur, og tað hevur góð árin á tryggleikakensluna hjá teimum, ið skulu ferðast á teininum. At nýggi vegurin ikki liggur í brattlendi kennist eisini tryggari.


Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, fer at leggja uppskot til verklagslóg fyri Løgtingið í ólavsøkutingsetuni.