Landsstýrismaðurin leyg

Perlur: Fyri løgtinginum, um at ongar lógir ella reglur vóru fyri flutning av vandamiklum farmi. Oyggjatíðindi 11. juni 2004:


Vit á Oyggjatíðindum hava áhaldandi vilja fingið greiði á ymiskum viðurskiftum, sum landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, varar av.


Eitt av hesum prinsipiellu málum er, at hann í svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen, fyrrverandi tingmanni, segði í løgtinginum, at ongar reglur ella lógir vóru fyri flutningi av d.d. dynamitti á føroysku vegunum. Men sum sæst, so er stjórin á Brunaumsjón landsins, grundleggjandi ósamdur.


Eftir stendur, at so hevur landsstýrismaðurin logið fyri løgtinginum. Oyggjatíðindir hevur eftir treiskar royndir, fingið fatur í Bjarna Djurholm og »konfronterað« hann við lygnina, sum kanska er útloyst av vánaligari ráðgeving úr Vinnumálaráðnum.


Ert tú greiður yvir, at tú hevur logið í løgtinginum í svarinum um flutning við vandamiklum farmi á føroysku vegunum?


- Havi eg tað. Tað visti eg ikki...


Hvørja viðmerking hevur tú til hetta?


 - Tú hatta má eg kanna, og so kunnu vit tosa saman aftur.


Og Bjarni Djurholm kannaði og hann kannaði, men vit á Oyggjatíðindum frættu ongantíð aftur.


Í løgtinginum møttu vit honum aftur, væl áðrenn løgtingið fór í summarfrí.


- Nú Bjarni, onki hoyrdist frá tær aftur?


- Tú, eg havi grivið allar upplýsingar fram, og bíði bara eftir at tú ringir.


Og vit hava ringt, og vit hava ringt.Við hvørt málar hann, so er hann til fótbóltsdyst, ella er hann bara ikki at hitta.


Heldur ikki í Vinnumálaráðnum í gjáramorgunin. Vit ganga tí út frá, at Djurholm brúkar sama taktikkin, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, sum í fleiri mánaðir hevur runnið undan fyrispurningi frá Oyggjatíðindum. So nú má tíðin vera klár til at fáa løgmann uppí leikin.


Lógin greið fyri knappperlur


OYGGJATÍÐINDI 31. MARS 2004


Herfyri skrivaðu vit um akfar, fult av dynamitti, sum fór útav á Sundi. Í hesu sambandi varð víst til fyrispurning í løgtinginum frá Heðini Mortensen um vandamiklan farm. Í hesum sambandi segði Bjarni Djurholm, at ongar treytir vóru fyri vandamiklum farmi.


Men stjórin á Brunaumsjónini, Petur á Lava Olsen, er ikki samdur og hevur hesar viðmerkingar:


Í viðmerkingunum til brunalógina § 21 (um spreingievni) stendur m.a. um júst hetta soleiðis:


"I øvrigt bemærkes, at der for en del af de omhandlede virksomheder er gældende lovbestemmelser. Sprængstoffabrikker må således kun oprettes og drives af personer, der har landsstyrets tilladelse, jfr. lov nr.68 af 22. maj 1912 "angående Sprængstoffer" og lagtingslov nr. 43 af 22 maj1969 om våben. Det samme gælder fyrværkerifabrikker, jfr. lagtingslov nr. 27 af 8. maj 1969 om fyrværkeri."


Men 1912 fevnir vist nokk ikki um flutning. Krøv til bilførara kunnu sjálvsagt setast eftir ferðslulógini.


ADR-reglurnar eru ikki bara sum at siga tað at seta í gildi. Tað er minst 20 stór ringbind um alt møguligt.


Men vit kunnu út frá faktiska føroyska tørvinum á landi, við galdandi reglum, lættliga fyriskriva neyðugar vandamerkingar fyri serligan flutning. (somu merkingar sum oljubilarnir hava.)


- Tað líkist ongum at vandamikil farmur ikki er merktur, tí vit hava avmarkaðan flutning við tílíkum, sigur Petur á Lava Olsen, at enda.