Landsstýrismaðurin í samferðslumálum svarað fyrispurningi um vaksandi tal av arbeiðsóhappum

Heðin Mortensen, landssstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað § 52a fyrispurningi frá Sonju Jógvansdóttir, løgtingskvinnu, um vaksandi talið av arbeiðsóhappum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
Hví er talið á arbeiðsóhappum vaksið við 24% í 2019 í mun til 2018?

Eru serlig øki og serligir bólkar av løntakarum, har nógv arbeiðsóhapp síggjast, og um so er, hví?
Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at arbeiðsóhapp henda?

Hvørji tiltøk ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk fyri at náa setningin um, at arbeiðsumhvørvið skal vera trygt og heilsugott?

Svar
Til spurning 1
Til at byrja við skal landsstýrismaðurin vísa á, at hagtølini frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum spurningurin tekur útgangsstøði í, eru fyribilstøl fyri fyrru hálvu av 2019. Hesi tøl geva eina ábending um gongdina viðvíkjandi óhappum á arbeiðsmarknaðinum, men rættast er at bíða til tølini fyri alt 2019 fyriliggja, áðrenn endaligar niðurstøður verða gjørdar um samlaðu gongdina. Tað kann t.d. koma fyri, at talið av fráboðanum javnar seg út á árið.

Ein fyribils vøkstur í talinum av fráboðanum av arbeiðsóhappum á 24% (t.e. 22 fleiri) krevur tó, at hugt verður nærri eftir møguligum orsøkum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, at myndugleikin metir, at vøksturin kann skyldast eina samanrenning av ymiskum orsøkum:

At ein størri partur av hendum arbeiðsóhappum verður fráboðaður nú enn fyrr. Í januar 2018 gjørdi Arbeiðs- og brunaeftirlitið tað gjørligt at fráboða arbeiðsóhapp talgilt umvegis heimasíðuna hjá myndugleikanum. Í fyrru helvt av 2018 nýttu undir 10% av øllum fráboðarum talgilda møguleikan, meðan talið øktist til 50% í seinru hálvu. Í fyrru hálvu av 2019 nýttu eisini 50% av øllum fráboðarum talgilda møguleikan. Ein greiður samanhangur er tískil ímillum, at tað er gjørt lættari at fráboða, og at fleiri fráboðanir koma inn til myndugleikan.

At fleiri arbeiðstakarar eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talið av arbeiðsleysum er seinasta árið fallið frá 2,5 til 1,25%. Hesin vøksturin av arbeiðstakarum hevur við sær ein natúrligan vøkstur á áleið 3%. Lutvíst er økta virksemið í landinum tískil ein týðandi partur av frágreiðingini.

At vøksturin í talinum av arbeiðstakarum er serliga stórur í ávísum vinnugreinum. Ávísar vinnugreinar eru meira merktar av arbeiðsóhappum enn aðrar. At virksemið serliga økist í teimum vinnugreinum, har vanligt er at síggja lutfalsliga fleiri arbeiðsóhapp – t.e. byggivinna, jarnídnaður, fiskivinna á landi o.a., er eisini ein týðandi partur av frágreiðingini.

Til spurning 2
Um hugt verður eftir fyribilstølunum fyri 2019 og endaligu tølunum fyri 2018 sæst, at flestu skrásettu arbeiðsóhappini henda í niðanfyristandandi vinnugreinum:

Fiskivinna: Her er talan í høvuðsheitum um ófaklærd arbeiðsfólk, sum eru fyri arbeiðsóhappi.

Byggivinna: Her er talan í høvuðsheitum um handverkarar, men eisini ófaklærd fólk, sum eru fyri arbeiðsóhappi.

Heilsa og røkt: Her er í høvuðsheitum talan um sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk, sum eru fyri arbeiðsóhappi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsir, at áleið helvtin av øllum skaðaraktum eru ófaklærd. Verandi hagtalsgrundarlag er tó ikki nøktandi fyri at gera skikkaða meting av, hví júst omanfyristandandi bólkar eru raktir av arbeiðsóhappum.

Nýggja hagtalsskipanin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum væntandi verður klár í seinru helt av 2019, fer tó at geva eitt munandi betri grundarlag til at gera slíkar metingar.
 
Til spurning 3
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er arbeiðsumhvørvismyndugleiki landsins og hevur ábyrgdina av at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi. 

Sum liður í myndugleikavirkseminum vegleiðir Arbeiðs- og brunaeftirlitið vinnurekandi, stovnum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og almenninginum í spurningum, sum viðvíkja arbeiðsumhvørvi. Hetta verður gjørt, fyri at partarnir sjálvir kunnu loysa sínar trygdarspurningar.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger eftirlitsvitjanir fyri at tryggja, at m.a. arbeiðsumhvørvislógin og fyrisetingar, sum eru gjørdar við heimild í hesi, verða hildnar.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrásetur og granskar arbeiðsóhapp fyri at savna vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin og fyri at staðfesta, hvørt talan er um lógarbrot, sum eiga at fáa revsirættarligar avleiðingar.

Sum fakmyndugleiki ráðgevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið harumframt landsstýrismanninum og stuðlar aðalráðnum í at fyrireika nýggja lóggávu.

Seinastu árini hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið útgivið fleiri nýggjar vegleiðingar, gjørt fleiri eftirlit og ment kunningarpartin munandi.

Í seinru helvt av 2019 fer Arbeiðs- og brunaeftirlitið eisini at gera serlig átøk í byggivinnu, alivinnu, fiskavirkjum og í mun til sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin eisini minna á, at gamla Arbeiðseftirlitið í nógv ár var  ógvusliga niðurraðfest og skert, men at myndugleikin nú byrjar at koma á eitt nøktandi støði
 
Til spurning 4
Tað er ein grundleggjandi rættur í einum nútíðar vælferðarsamfelag, at ein arbeiðstakari kemur líka heilskapaður heim frá arbeiði, sum tá hesin fór til arbeiðis.

Tískil hevur hetta landsstýrið lagt dent á at betra arbeiðsumhvørvið í Føroyum, í høvuðsheitum við at menna Arbeiðs- og brunaeftirlitið til ein sterkan fakmyndugleika innan arbeiðsumhvørvisøkið, sum hevur møguleika fyri at fremja munadygg átøk. Hetta er millum annað gjørt við at hækka játtanina hjá stovninum, soleiðis at ein sálarfrøðingur kundi setast í starv, leggja táverandi Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið saman í ein stovn, soleiðis at fakliga grundarlagið gjørdist breiðari, og miðvíst arbeitt við at dagføra arbeiðsumhvørvislóggávuna. Arbeiðs- og brunaeftirlitið arbeiðir harumframt við einari nýggjari hagtalsskipan til skráseting av arbeiðsóhappum, sum fer at gera tað møguligt at gagnnýta dátagrundarlagið munandi betri enn nú.

Ætlanin hjá landsstýrinum var harumframt at leggja uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráð til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita. Umleggingin hevði havt við sær, at nærum øll vitan um arbeiðsóhapp, arbeiðsumhvørvi, skaðar og árin vóru savnað í einum stovni. Fíggjarliga og umsitingarliga orkan á arbeiðsmarknaðarøkinum hevði verði gagnnýtt betur, umframt at Arbeiðs- og brunaeftirlitið sum stovnur bleiv styrkt m.a. í mun til luttøku í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum, lógarfyrireikandi arbeiði og strategimenning. Umleggingin skuldi eisini styrkja umsitingina av arbeiðsskaðatryggingarlóggávuni og tryggja, at lógarverkið áhaldandi bleiv dagført.

Lógaruppskotið, sum skuldi gera umleggingina møguliga, bleiv tó ikki samtykt, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí. Hetta er harmiligt, eftirsum umleggingin hevði lyft vitanarstøðið viðvíkjandi arbeiðsóhappum munandi, umframt at hetta hevði skapt sera nógvar samvirkandi fyrimunir.

Vísandi til at løgtingsval verður um stutta tíð, er ógvuliga avmarkað, hvat sitandi landsstýrið kann náa at seta í verk fyri at betra um arbeiðsumhvørvið. Sambært uppskotinum til játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020, arbeiðir Samferðslumálaráðið tó fyri at skapa ein rúmligan, mennandi, virknan og tryggan arbeiðsmarknað. Í hesum verður miðað eftir at styrkja Arbeiðs- og brunaeftirlitið næstu árini, fyri støðugt at betra arbeiðsumhvørvið á øllum føroyskum arbeiðsplássum.