Landsstýrismaðurin í samferðslumálum svarað fyrispurningi um broyttu ferðætlanina hjá Smyrli

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað § 52a fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um broyttu ferðaætlanina hjá Smyrli

Fyrispurningurin er soljóðandi:
Hvør er orsøkin til politisku avgerðina um at lata Smyril sigla ein túr minni enn vanligt Jóansøkuvikuskiftið?

Hvussu verjir politiski myndugleikin avgerð sína um at taka túrin sunnumorgunin 23. juni frá suðringum, og harvið forða ferðslumøguleikum hjá teimum, ið t.d. skuldu av landinum?

Fer politiski myndugleikin at rinda teimum, sum komu illa fyri av broytingini, tað hendan broyting kostaði teimum (smb. við tað, ið flogfeløg noyðast at gjalda fyri seinkaðar ferðir v.m.).

Metir politiski myndugleikin, at tað, ið gjørt varð móti suðringum um vikuskiftið, bøtir um umstøður teirra at búleikast í oynni? 

Svar
Til spurning 1
SSL fekk nógvar áheitanir frá, m.a. frá Tvøroyrar kommunu, Róðrarsambandið Føroya og ítróttarfeløgunum á Tvøroyri um at lata Smyril sigla so seint sum møguligt av Tvøroyri leygarkvøldið á jóansøku. Eftir drúgvar tingingar, loðraði SSL til at sigla sum biðji var um, og sostatt hvarv fyrsti túrur á morgni sunnumorgunin á Jóansøku.
 
Til spurning 2
Til bar hjá í øllum førum nøkrum (eini 25-30) at leiga kamar um borð, eftir sum at Smyril lá í havn um náttina, og sostatt hava møguleika at ferðast um morgunin. Í mun til at fara norður kl.08:30 sum vanligt. Orsøkin til at túrurin ikki varð sigldur, var sjálvsagt at Smyril ikki var á havnini fyrr enn beint áðrenn kl.01:00 og starvsfólkini vóru í sving til einaferð út á náttina (ca kl.03:30), við at rudda skipið, so tað var klárt at byrja sigling aftur kl.11:00. Hetta er beinleiðis í samsvar við lógarkravda hvílítíð.
 
Til spurning 3
Ferðandi við oyggjaleiðum hjá SSL, eru ikki tryggjaði av SSL, men mugu í tílíkum umstøðum, venda sær til sína ferðatrygging. Tað hava verið aðrar støður har SSL ikki hevur siglt, vegna t.d. veður, og tá er sami spurningur komin frá ferðandi, um t.d. endurgjald, og hetta hevur verið víst til ferðatrygging hjá tí einstaka ferðafólkinum.
 
Til spurning 4
Tað ber illa til at differentiera millum túrar, fyri at kortleggja hvør av teimum á leið 1680 túrunum sum Smyril siglir ella ikki siglir um árið, er tungan á vágskálini, í mun til livilíkindini í Suðuroy.