Samgongan hevur økt hallið hjá landinum við yvir 100 mió. kr. í 2012 í mun til 2011. Hetta er greitt eftir at landsins úrslit fyri 2011 nú er vorið alment. Hartil kann staðfestast, at flatskattalættin kostaði landinum munandi meira í mistari inntøku, enn landsstýrið higartil hevur upplýst.
Dult veruliga hækkaða hallið
Staðfestast kann nú frá roknskapartølunum hjá Føroya Gjaldstovu, at hallið í 2011 gjørdist um 258 mió. kr. Smávegis tillagingar kunnu koma afturat, men sum tølini fyriliggja nú verður talan um -258 mió. kr. Fyri 2012 hevur samgongan lagt fíggjarætlan við halli á 365 mió. kr. Hetta er eitt økt hall á yvir 100 mió. kr.
Roynt hevur verið at fáa veruliga úrslitið fyri 2011 fram í Løgtinginum fleiri ferðir, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur higartil tosað uttanum, og hildið fast í, at talan fór at verða um eitt hall á 400 mió. kr. og at hallið í 2012 tí minkaði í mun til 2011. Tað sama hevur landsstýrismaðurin upplýst Løgtinginum nú í sambandi við, at fíggjarkarmarnir fyri komandi árini skulu viðgerast. Hetta eru upplýsingar, ið eru rættiliga langt frá veruleikanum. 142 mió. kr. frá tí veruleika, ið tølini hjá Føroya Gjaldstovu vísa.
Dult veruliga kostnaðin av flatskattalættanum
Havi eisini roynt at fingið fíggjarmálaráðharran at greiða Løgtinginum frá, hvør veruligi kostnaðurin er av flatskattalættanum, tí upplýsingarnar, ið landsstýrismaðurin hevur givið higartil hava verið grundaðar á 2010 skattastigan og tølini. Tá munnligur spurningur varð settur 22. februar í ár skaraði landsstýrismaðurin framúr við einaferð enn at tosa uttan um, og ikki svara.
Flatskattalættin kostaði yvir 300 mió. kr. – ikki 265
Vit kunnu nú staðfesta, at mistankin um, at landsstýrismaðurin gav skeivar upplýsingar til Løgtingið, tá hann segði, at kostnaðurin fyri flatskattalættan var 265 mió. kr. – var rættur. Tí flatskattalættin hevði ein kostnað á yvir 300 mió. kr. heldur enn 265 mió.. Hetta kann staðfestast, nú fyrsti ársfjóðringurin er farin afturum. Tí landsskatturin er fallin úr 362 mió. kr. niður í 301 mió. kr. fyrsta ársfjóðring 2012 í mun til 2011. Hetta hóast goldnar vórðu 79 mió. kr. meira umvegis a-skattaskipanina. Hetta sigur ikki so lítið um kostnaðin av flatskattalættanum.
Fyri at síggja veruliga kostnaðin mugu vit samanbera landsskattin frá somu samlaðu upphædd 1. ársfjóðring 2011 og 2012. Tvs. taka burtur skattainntøkur á umleið 20% av teimum 79 mió. kr., sum fóru meira umvegis a-skattaskipanina í 2012. Greitt er tá, at landsskattainntøkur landsins vegna flatskattalættan minka úr 362 mió. kr. niður í 285 mió. kr. Talan er sostatt um ein kostnað av flatskattalættanum á um 77 mió. kr. um ársfjóðringin. Tvs. um 308 mió. kr. fyri alt árið. Hetta er munandi meira, heilar 43 mió. kr. meira, enn landsstýrismaðurin hevur upplýst Løgtinginum. Hetta er ein ovurstórur munur. Hesin munurin í mistari inntøku samsvarar t.d. á leið við ta upphædd, ið landsstýrið ætlar at spara við at hækka pensjónsaldurin 1 ár nú longu 1. januar 2013.
Er lógin um ábyrgd landstýrisins brotin ?
Lóg um ábyrgd landsstýrisins ásetir í § 5, at ”Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
Tá fíggjarlógin fyri 2012 varð viðgjørd á Løgtingi legði landsstýrismaðurin stóran dent á, at nú lækkaði hallið hjá landinum. Hetta gav nógvum fólkum eina kenslu av, at tað gekk rætta vegin. Somu skeivu upplýsingar eru latnar Løgtinginum nú beint fyri Páskir í sambandi við fíggjarkarmarnar fyri komandi árini. Veruleikin er, at hallið á fíggjarlógini fyri 2012 hækkaði munandi í mun til veruligu nýtsluna hjá landinum í 2011. Hetta enntá sjálvt um 220 mió. kr. í pensjónsskatti verða framskundaðar og inntøkuførdar í 2012, sum ikki vóru í 2011.
Tá flatskattalættin varð viðgjørdur á Løgtingi og tá munnligur fyrispurningur viðvíkjandi kostnaði av flatskattalættanum varð viðgjørdur á Løgtingi upplýsti landsstýrismaðurin, at kostnaðurin fór ikki at gerast meira enn 265 mió. kr., hóast fleiri áheitanir um, at kanna hetta nærri. Veruleikin er, at kostnaðurin er væl omanfyri 300 mió. kr.
Spurningurin, ið nú má greinast og svarast – um neyðugt av Landsstýrismálanevndini - er:
Hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brotið lóg um ábyrgd landstýrisins ?
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi