Landsstýriskvinnan: Skipað arbeiði fyri javnstøðu

- Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu arbeiða vit nú skipað fyri javnstøðu og eftir einari greiðari ætlan, sigur Eyðgunn Samuelsen m.a. í hesari kvøðu á Altjóða kvinnudegnum, sum var í gjár.

Øll tey mongu tiltøkini kring landið í sambandi við dagin í dag, lýsa væl støðuna, tykir mær: Her er tiltøk av øllum hugsandi slag, sum bæði eru avbjóðandi og álvarsom og eisini tiltøk, sum eru meira veitslukend.

Vit hava ikki fulla javnstøðu millum kvinnur og menn, og arbeiðið fyri javnstøðu skal halda fram. Samstundis kunnu vit ásanna, at nógv er broytt til tað betra, og tað kunnu vit so fegnast um og hátíðarhalda.

Fyri fyrstu ferð í Føroya søgu arbeiða vit nú meira skipað fyri javnstøðu og eftir einari greiðari ætlan, orðað í Javnstøðupolitikkinum, sum eg bar løgtinginum, og sum var til aðalorðaskiftis seinasta vár.

Á javnstøðuøkinum er eisini nógv at fegnast um í ár. Í løgtinginum liggur uppskot um at leingja barsilstíðina 2 vikur aftrat, eina viku til pápan og eina viku felags til mammuna og pápan.

Nú, vit nærkast vit málinum um 1 árs barsil tilsamans, er tíðin komin at seta okkum nýggj mál.

Eg haldi, vit eiga at bøta um møguleikarnar hjá pápum at fara í barsil. Fáa pápar størri kvotur, ivist eg ikki í, at teir “fáa smakk fyri” tí góða lívinum. Og vit vita, at tað er sera týdningarmikið fyri alla familjuna, at eisini páparnir eru um tey smáu børnini.

Eg haldi, vit skulu hava eina meira fleksibla barsilsskipan, har vit  økja um talið av vikum til pápan. Ein háttur at eggja pápum til at taka longri barsil kundi verið, at geva familjuni tveir dagar eyka fyri hvønn dag, pápin fer í barsil.

Sjálv eri eg á veg til New York, har ST hevur sín árliga kvinnurættindafund. Eg fari har at viðgera familjupolitikk og virknan javnstøðupolitikk.

Eg ynski øllum í Føroyum ein góðan 8. mars, og fari at minna á, at í ár skulu vit tvær ferðir á val.

So at enda fari eg at heita á allar kvinnur, sum hava áhuga fyri politikki, um ikki at halda seg aftur, men stilla upp.

Góðan altjóða kvinnudag!