Landsstýrið vitjaði Eysturoyartunnilin

Fríggjadagin 1. mars bjóðaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, løgmanni og landsstýrisfólkunum at vitja í Eysturoyartunlinum. 

Koyrt varð úr Havn inn á Strendur, har stjórnin í tunnilsfelagnum og arbeiðsmenn tóku ímóti landsstýrinum. Síðani gekk leiðin oman í tunnilin, og koyrt varð til rundkoyringina og ymsastaðni runt í tunlinum. 

Her fekk landsstýrið møguleikan at síggja Eysturoyartunnilin og kunna seg um, hvussu arbeiðið gongur. Sum nú er, halda bæði tíðarætlanin og kostnaðarætlanin, og um alt gongur, sum tað skal, verður koyrandi ígjøgnum tunnilin í desember í 2020. 

Løgmaður og Landsstýrisfólk vóru fegin um at síggja Føroya størstu samferðsluútbygging og at fáa kunning um tunnilin. Tey fingu eisini at vita, at nú eru einans 997 metrar eftir at bora, og so er hol komið ígjøgnum til Hvítanes. 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, var sera fegin um at fáa møguleikan at vísa landsstýrinum, hvussu væl arbeiðið gongur við at gera Eysturoyartunnilin. 
Samanumtikið var hetta eina sera jaligur og væleydnaður túrur. 

Um Eysturoyartunnilin 
Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Tórshavn saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður uml. 11 kilometrar langur. Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir. Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum við eini rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørði. Frá høvuðsvegnum á Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punktið er 187 metrar undir sjóvarmálanum.