Landsstýrið tekur avbjóðingarnar hjá ungdóminum í størsta álvara

Vit mugu taka okkum væl av okkara ungu og tryggja teimum eina góða framtíð. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir, tingkvinnum fyri Tjóðveldi, um heilsustøðuna hjá teimum ungu í Føroyum.

“Landsstýrið arbeiðir miðvíst við at bøta um heilsustøðuna hjá ungum í Føroyum. Tey ungu eru framtíðin, og tí tekur landsstýrið avbjóðingarnar hjá ungdóminum í størsta álvara,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið arbeiðir við fleiri átøkum, sum skulu betra um heilsustøðuna hjá ungum og børnum í Føroyum. Tað er sera týdningarmikið, at avbjóðingarnar hjá teimum ungu verða loftaðar, tí annars kemur tað bæði borgarum og samfelagnum aftur um brekku seinni.   

“Tá ið tað snýr seg um okkara ungdóm, teirra vælveru, vælferð og framtíðarútlit, so skal parturin hjá hesum landsstýrinum ikki liggja eftir,” sigur løgmaður.

Les svarið frá løgmanni til Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir her.

 

Hetta verður gjørt fyri at betra um um heilsustøðuna hjá ungum og børnum í Føroyum
Ókeypis sálarfrøðilig viðgerð til ung við tunglyndi og angist
Styrkt sálarfrøðilig viðgerð til ung undir 15 ár
Skaðastovufunktión til tey, sum verða brádliga sjúk
Sálarfrøðing í fólkaheilsuráðið
Tiltøk at basa rúsevnum millum ung
Trivnaðarráðgevi á Námi, sum liður í yvirskipaðu ætlanini um at basa happing í fólkaskúlanum og økja um yvirskipaða trivnaðin.
Regluligar trivnaðarkanningar í fólkaskúlanum
Mannagongdir at betra um skúlahugin hjá børnum og ungum
Sálarfrøðitænasta í miðnámsskúlanum
Vegleiðaraútbúgving at førleikamenna vegleiðing í øllum skúlum
Arbeiðsbólkur ger ítøkilig tilmæli um, hvussu ung við avbjóðingum megna at fullføra miðnám.
Fremja tilmæli í heildarætlanini fyri sálarheilsu frá 2018
Upplýsing og kunning til børn og foreldur, sum skal virka fyri at børn og ung fáa góðar lívsvanar.
Stuðul til Barnabata, eitt nú til telefonráðgeving
Stuðul til Kris, sum varpar ljós á kynsligan ágang og avleiðingar av teimum
Betri tænastur, arbeiðsmøguleikar og bútilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum
Dagføring av sosiallóggávuni
Lóg um almannatrygd og tænastur kom í gildi 1. januar umframt kunngerðir, sum áseta nærri reglar um ymiskar veitingar, endurbót og tænastur
Fleiri bústaðartilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum sum liður í yvirskipaðu bústaðarplanleggingini
Nýggja fólkaheilsuætlan fyri tíðarskeiðið 2021-2030, sum skal fremja sálarliga og likamliga heilsu hjá føroyingum