Landsstýrið letur 500.000 kr. til neyðhjálpararbeiði í Libanon

Føroya landsstýri hevur gjørt av at lata 500.000 kr. til Libanon.

Síðani spreingingina í Beirut týsdagin hava fleiri fólk latið lív og fleiri fingið skaða, og støðan í libanska høvuðsstaðnum er sera hættislig. Tí hevur Landsstýrið gjørt av at lata neyðhjálp, og tað verður Reyði Krossur, sum skipar, hvussu peningurin verður brúktur í vanlukkurakta økinum.

Peningurin verður millum annað brúktur til bráðfeingisskaðastovur, heilivág, útbering av teppum, vatni og mati umframt útgerð til reinføri.