Landsstýrið er skipað

Løgmaður ger kunnugt, at hann hevur tilnevnt hesi landsstýrisfólk:


Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.


Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.


Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.


Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.


Varaløgmaður verður Annika Olsen.


Johan Dahl heldur fram í starvinum sum landsstýrismaður í vinnumálum.


Tórshavn, hin 14. november 2011


Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður