Fíggjarstøðan hjá landskassanum er verri í dag, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, hóast føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd seinastu 10 árini. Landsmyndugleikarnir eiga at økja um nettoogn landskassans, og tað krevur yvirskot á fíggjarlógini, sigur Búskaparráðið.
Mynd 1 niðanfyri vísur gongdina í nettoognini hjá almennari fyrisiting og tænastu frá 1998 til 2023 (2021-2023 eru metingar). Uppgerðin er uttan útbúnað (til dømis fastar ognir) og vísur sostatt bert tær gjaldføru ognirnar.
Gulu stabbarnir vísa nettoskuldina hjá landskassanum, sum hevur tey størstu sveiggini í nettoognini. Í 2007 var nettoskuldin hjá landskassanum um null, men síðani hevur landskassin haft nettoskuld. Frá 2008, tá fíggjarkreppan rakti, til 2015 økti landsstýrið skuldina við samanlagt 2,8 mia. kr. Í hesum tíðarskeiðinum lækkaði Moody’s kredittmetingina frá Aa2 til Aa3 við negativum útlitum. Hetta merkir, at tað ikki var nóg mikið, at nettoognin hjá landskassanum var nærum null í 2007 beint undan fíggjarkreppuni í 2008, fyri at megna tey komandi árini við halli, uttan at missa eitt stig í kredittmetingini.
Fíggjarstøðan hjá landskassanum er verri í dag, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppan rakti í 2008, hóast føroyski búskapurin hevur havt stóra framgongd seinastu 10 árini. Nettoogn landskassans eigur at vera so mikið stór, at kredittvirði er til at kunna læna í eini komandi afturgongd, og fyri at økja um nettoogn landskassans krevst yvirskot á fíggjarlógini, sigur Búskaparráðið.
Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.