Landskassin ógvusligan inntøkuvøkstur frá fiski- og alivinnuni

Gongdin seinastu 8 árini í inntøkunum
frá fiski- og alivinnuni er tann, at hesar inntøkur eru vorðnar ein alt meira
týðandi partur av inntøkugrundarlagi landskassans og harvið føroyska
vælferðarsamfelagnum. Samtundis eru krøvini til leiðslu og stýring av landskassabúskapinum
vorðin harðari, serliga tí, at tilfeingisinntøkur eru óvissar inntøkur



 



Inntøkulop frá fiski- og alivinnuni



Í tveimum umførum seinastu árini havi
eg sett Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, skrivligar fyrispurningar fyri at
fáa greitt at vita, hvussu stór samlaða inntøkan frá fiski- og alivinnuni til
landskassan hevur verið nógvu seinastu árini.



 



Inntøkusløgini eru: Felagsskattur,
kapitalvinningsskattur, uppboðssøla, avgjald á fiskatilfeingi og loyvisgjald
(tøkugjald) á alivinnu.



 



Heilt frá 1997 og fram til 2010 fór
samlaða inntøkan ongantíð upp um 30 mió, men síðani 2011 er samlaða inntøkan
til landskassan økt munandi:



 



Í 2010 tilsamans   29 mió.
kr.



Í 2011 tilsamans 194 mió. kr.



Í 2012 tilsamans 140 mió. kr.



Í 2013 tilsamans 273 mió. kr.



Í 2014 tilsamans 377 mió. kr.



Í 2015 tilsamans 407 mió. kr.



Í 2016 tilsamans 705 mió. kr.



Í 2017 tilsamans 789 mió. kr.


Sí mynd

Myndin omanfyri vísir m.a., hvussu
knappliga inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni vaksa í 2011 og hvussu skjótt
árligu inntøkurnar síðan vaksa og floyma inn í landskassan, nærmast á hvørjum
ári. Serliga stórur er inntøkuvøksturin í 2016 - eitt inntøkulop uppá yvir 70%.



 



Hesar sera stóru upphæddir eru komnar
beinleiðis í landskassan, men vit skulu minnast til, at umframt tað, at
landskassin hevur fingið nógvan pening, so hava kommunukassarnir eisini fingið
sín góða part í øktum felagsskatti og øktum persónsskatti av nógv økta
virkseminum, sum hesar vinnur hava skapt í Føroyum. Og so skulu vit heldur ikki
gloyma, hvussu stórir ringvirkningarnir eru av hesum vinnum kring landið - teir
eiga ikki at undirmetast.



 



Góðir og støðugir vinnukarmar



Vit vita øll, at tað gongur væl í
fiski- og alivinnuni í løtuni, og vit síggja í omanfyri nevnda yvirliti, at
vinnurnar báðar hava lagt nógv eftir seg í landskassan seinastu árini. Tølini
tala greitt.



 



Flestu fólk - eg sjálvur íroknaður
-  halda tað vera rímiligt, at vinnan leggur nakað eftir seg beinleiðis í
landskassan - og sjálv hevur vinnan einki ímóti hesum.



 



Tann brennandi spurningurin er altíð,
hvussu nógv er rímiligt, at vinnan skal leggja í landskassan?



 



Her ber ikki til at seta eina ávísa
upphædd á, men sum meginreglu eiga vit m.a. at hava fyri eygað at:



 



·     
Føroyska
fiski- og alivinnan eigur ikki at hava verri skattlig viðurskifti enn
kappingarneytar okkara uttan úr heimi – helst betri



·     
Fiski-
og alivinnan eiga at fáa góðar og støðugar umstøður, so m.a. íløguætlanir kunnu
leggjast og fremjast



·     
Tað
eigur ongantíð at verða tørvurin á fíggjarlógini, sum avgerð, hvussu nógv hesar
vinnur skulu gjalda í landskassan



 



Megna vit hetta, og tað eigur at bera
til, so fær vinnan góðar umstøður, og  landskassin fer framhaldandi at fáa
sín góða part frá hesum vinnum. Verður rætt atborið, so verða landskassans
inntøkur frá fiski- og alivinnuni framhaldandi ein grundarsteinur undir
føroyska vælferðarsamfelagnum.



 



Hinvegin, so ber til at siga, at um
ikki rætt verður atborið, so fer tað at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri alt tað
føroyska samfelagið.



 



Støðan í dag



Skatta- og avgjaldsskrúvan verður
alsamt meira og meira táttað.



 



Uppaftur meira skal fáast inn frá
fiski- og alivinnuni og eftir uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019, so heldur
hendan tátting fram og sær ikki út til at steðga.



 



Hetta er ein stór vandakós, tí hesin
skatta- og avgjaldspolitikkur gongur beint ímóti meginreglunum, sum eg nevni
omanfyri.



 



Her má broyting koma í, og tað
ongantíð ov skjótt.



 



Magnus Rasmussen



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin