Landsinnsavning eisini á internetinum

Heimasíðan hjalp.fo hjá Reyða Krossi Føroya er á fyrsta sinni partur av árligu landsinnsavningini, ið verður hetta vikuskiftið.


Innsavnarar fara at ganga við eyðkendu bússunum kring alt landið, men nú ber eisini til hjá einstøklingum og fyritøkum at stuðla beinleiðis umvegis heimasíðuna.


Vitjið http://www.hjalp.fo/ og stuðlið landsinnsavningini


Fyri hvørjar innsavnaðar 1000 kr. kunnu vit til dømis: geva 37 fólkum í Afrika vatn í eitt ár hjálpa 14 børnum til eina góða byrjan á lívinum geva trimum familjum innivist aftaná eina ræðuliga vanlukku.