1. februar 2005 setti landsstýrismaðurin í vinnumálum í gildi rundskriv um KT-trygd. Sambært rundskrivinum hava stovnsleiðslurnar ábyrgdina av, at KT-trygdin, fyri 1. februar 2006, byggir á ISO 17799 standardin, at arbeiðið við KT-trygd skal verða skipað sambært BS 7799-2 standardinum, og at teir partar av ISO 17799 trygdarstandardinum, sum stovnarnir sambært ítøkiligari váðameting skulu lúka, eru settir í verk.
Rundskrivið varð sett úr gildi 1. juli 2007, tá ið dagført rundskriv, um at seta í verk KTtrygd, kom í gildi. Tíðarfreistin varð longd frá 1. februar 2006 til 1. apríl 2010.
Stovnsleiðslurnar hava ábyrgdina av, at KT-trygdin, fyri 1. apríl 2010, byggir á ISE/ISO
17799 og ISE/ISO 27001 standardin. Rundskrivið mælir til at nýta DS 484 til at seta í verk ISO 17799 standardin.
Í frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar í november 2007 “um stjórnan av KT og KTtrygd” greiddi Landsgrannskoðanin frá støðuni, sum hon var tá.
Í sambandi við eftirlit á stovnum seinasta árið, hevur Landsgrannskoðanin m.a. spurt um stovnarnir hava gjørt váðameting viðvíkjandi upplýsingum og KT-nýtslu, og um leiðslurnar hava orðað trygdarpolitikk. Sum tað framgongur aðrastaðni í frágreiðingini, eru ikki nógvir stovnar, sum hava orðað KT-politikk ella KT-trygdarpolitikk, ella hava gjørt nakra váðameting.
Verkseting av KT-trygd, eftir teimum standardum sum rundskrivið ásetur, krevur í fyrsta lagi, at stovnurin ger váðameting.
Eftirsum eftirlitini hjá Landsgrannskoðanini á stovnum vísa, at bert fáir stovnar hava gjørt váðameting viðvíkjandi upplýsingum og KT-nýtslu, er niðurstøðan, at reglurnar um kunningartrygd verða ikki hildnar.