Viðhvørt verður sagt, at tey, sum nýta náttúrutilfeingi okkara innan fyri sjómarkið, áttu at latið landpart afturfyri.
Skuldi tað verið, so átti hvør tann, sum eigur nakað av Føroyum, at fingið sín part.
Sum er hevur Lítla Dímun eitt marknaðarvirði upp á 600.000 kr. Hevði oyggin fingið sín landpart av tí fiski, sum verður veiddur hjá okkum, høvdu eigararnir fingið útgoldið milllum 2 og 10 milliónir krónur um árið. Hví verður hetta ikki gjørt?
Orsøkin er, at myndugleikarnir í Føroyum hava jarðargrunnin at spæla sær við. Teir siga, at teir skulu ráða yvir landpartinum ikki bert av jarðargrunninum, men eisini av tí hjá eigarunum í Lítlu Dímun og øllum øðrum, sum hava fótin fastan her.
Men teir hava ikki vunnið okkum nakran landpart. Í staðin hava skvatlað hann burtur við at hjálpa útlendingar keypa fiskirættindini fyri lítið og lætt, so at vit sum her búgva, bert hava valið millum at liva í neyð í fosturlandinum ella rýma.
Zakarias Wang