Jógvan Arge, býráðslimur í Havn:
Tey sigla hvør sín sjógv í landsstýrinum.
Bjørn Kalsø sigur nú nei til at leggja skúlan út. Annika Olsen hevur tvíhildið um at leggja eldraøkið út til kommunurnar sum skjótast.
Bjørn sigur, at halda vit, at ábyrgdin er tvørlig, nú hon er býtt millum land og kommunur, verður hon enn tvørligari, tá hon verður løgd í kommunal samstørv, tí tá verða enn fleiri ábyrgdarar.
Verður skúlin lagdur út til kommunurnar at umsita, skal hvørt øki kanska hava sína skúlaumsiting, og tí er vandi fyri, at umsitingin verður nógv størri enn hon er í dag, kanska heilar sjey ferðir størri.
Soleiðis sær ábyrgdarmaðurin í landsstýrinum upp á fylgjurnar av at leggja skúlan út til kommunalar samarbeiðseindir.
Løgið, um niðurstøðan hjá landsstýrinum ikki verður nakað tann sama viðvíkjandi eldraøkinum.
Landsins kosnu hava verið hálvhjartað í royndunum at fáa kommurnar at leggja saman í færri eindir; so hálvhjartað, at veljararnir luktaðu tað og gjørdu bart á fólkaatkvøðuni herfyri..
Landið flýggjar
Kommunurnar hava áður sagt seg sinnaðar til yvirtøkur, men tær eru sera skeptiskar um tær treytir, sum higartil hava verið bodnar teimum, tí tær hava snøgt sagt verið ræðandi.
Stevnan hjá løgtingi og landsstýri er at grýta alt eldraøkið við ellis- og røktarheimum, bygningum sum rakstri, og alla heimahjálpartænastu í føvningin á kommununum.
Hetta er sera dýrt øki, sum krevur nógva fígging. Hvaðani fer hon at koma? Svarið er einfalt, at kemur hon ikki úr landskassanum, so má hon koma úr kommunukassunum, og skula kommunukassarnir verða førir fyri at gjalda kostnaðin, so má kommunuskatturin upp.
Skula kommunurnar gjalda, so mugu tær eisini ráða fyri tænastustiginum. Tá verður neyvan nøkur trygd fyri, at allir borgarar í landinum fáa somu sømdir, tí umstøðurnar og harvið førleikin hjá kommununum er og verður ymiskur
Tað verður sagt, at kommunrunar skula hava eldraøkið, tí tær eru nærri borgarunum. Nærri enn hvør? Ongin vendir spurninginum og spyr, um løgting og landsstýri ikki eru líka nær borgarunum sum kommunurnar.
Vit eru øll í sama landi, og higartil hevur tað ikki verið ov stórt. Tí ljóðar oftari og oftari, at hetta áhaldandi útleggingarprátið í veruleikanum er ein flýggjan undan ábyrgdini fyri eldraøkinum.
Takið í nakkan
Landið hevur allar dagar átt tað við húð og hár, men hevur ikki megnað sína uppgávu. So hvørt sum trýstið øktist, vildu fólk hava nakað at henda, og tá landið egndi við ávísari upphædd fyri hvørt ellis- og røktarheimspláss, sum kommunurnar útvegaðu, bitu nakrar kommunur á agnið.
Men hetta er hvørki fuglur ella fiskur enn, og tey neyðugu framstigini detta niðurímillum, tí landið tekur sær ikki av politikkinum, sum tað eigur.
Heldur enn at ganga alskyns sniðgøtur fyri at sleppa undan ábyrgdini á eldraøkinum átti landsstýrið við fyrimynd í niðurstøðuni um skúlarnar at tikið í nakkan á sær sjálvum og farið at umsita og røkja eldraøkið soleiðis sum tað sømir seg einum framkomnum vælferðarsamfelag.
Vit hava minst av øllum brúk fyri einum syndraðum almanna- og eldraøki, men brúk fyri eini dyggari umsiting og einum politikki, sum fyri rímiligan kostnað veitir øllum somu sømdir.
---