Land og kommunur mugu halda gongd í virkseminum

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á land og kommunur um at halda gongd í verandi virksemi og ikki avlýsa ordar
 
Almennu myndugleikarnir eiga so vítt gjørligt at halda fast um virksemi, sum er sett út í kortið. Hetta hevur alstóran týdning fyri føroyska búskapin, fyritøkur og starvsfólk teirra, nú tiltøkini at basa COVID-19 hava fingið umfatandi avleiðingar fyri vinnulívið.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir staðiliga á kommunur og stovnar hjá landinum um ikki at avlýsa ordrar og ístaðin at bera so í bandi, at ætlað virksemi verður framt. Hetta er galdandi fyri allar vinnugreinar - lýsingar, bygging, umvæling, support, tænastur, veitingar o.s.fr.
 
Arbeiðsgevarafelagið skilir væl, at tað í summum førum kann vera trupult hjá almennum stovnum at skipa arbeiðið, men í tann mun tað yvirhøvur ber til, eiga planlagdar uppgávur at verða settar í verk. Á tann hátt kunnu vit avmarka neiligar avleiðingar fyri okkara vinnulív og búskap.
 
Samstundis er neyðugt at halda gongd í almennum funktiónum, sum hava týdning fyri vinnuligt virksemi. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við greiðu fráboðanini hjá løgmanni um hetta.