Perlur: Hann er 17 ára gamal - eitur Hans Pauli Johannesen. Oyggjatíðindi 4. Apríl 2008:
Mánakvøldið við tíggju-tíðina fekk Hans Pauli ein hvøkk, sum hann seint gloymir.
Hetta hendi við landavegin í Havn. Prutlið hjá vinmanninum var steðgað upp, og Hans Pauli var komin at hjálpa honum, men tað skuldi hann ikki havt gjørt.
Onkur hevði ringt eftir løgguni, sum kom á staði, meðan teir ungu menninir arbeiða uppá prutlið.
- Uttan nakra ávaring kom løggan á staði, og politisturin helt beina kós í móti mær, sigur Hans Pauli, sum eftir hetta fekk sín lívs umgang í regulerari pínu og fanansskapi.
- Eg bleiv lagdur í hondjørn og tveittur niður í vegin. Eg royndi at greiða politistinum frá, at eg hevði ikki koyrt prutlið, men meira eg royndi at verja meg sjálvan, meira slerdi politisturin meg, greiðir Hans Pauli Johannesen, okkum frá uttanfyri politistøðina í Havn, har hann hevði sett okkum stevnu mikudagin.
Úrslitið av grova løgregluharðskapinum: Asfalteksem og fleiri pentur, og er grovi harðskapurin sostatt skjalprógvaður av lækna.
Hans Pauli Johannesen, greiðir okkum frá, at júst hevur verið inni á politistøðini fyri at fáa eina frágreiðing uppá, hví hann bleiv avbukaður og píndur mánakvøldið, tá hann als ikki hevði koyrt prutlið.
- Men ongin vil tosa við meg á politistøðini, greiðir Hans Pauli Johannesen okkum frá, og er rættiliga skelkaður av hendingini.
Tað er skilligt, at virði-ngin hjá 17 ára gamla unga manninum fyri heimastýrisløgregluni, liggur á einum lítlum stað.
Frá royndum vita vit, at løgreglan ongar viðmerkingar hevur til mál, sum teir ikki sjálvir stýra.
Men Hans Pauli Johannesen, ætlar ikki at lata hendan grova harðskapin fara aftur við borðinum.
- Eg fari nú heim at skriva eina klagu um hendingina, sigur hann.
Trupulleikin her er, at løggan kannar seg sjálva í slíkum málum, og fríplássjournalistarnir hjá heimastýrinum tiga enn einaferð...