Lættari at vátta faðirskap

Nú verður lættari hjá teimum, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum at vátta faðirskapin at einum barni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í familjumálum, hevur gjørt av at broyta lóg um rættarstøðu barnanna, soleiðis at tað ikki longur er eitt krav at møta persónliga á Familjufyrisitingini í Havn fyri at vátta faðirskapin at einum barni.

Í staðin verður faðirskapurin váttaður skrivliga fyri Familjufyrisitingini við at undirskriva eitt oyðublað, sum verður sent Familjufyrisitingini.

Seinni í ár verður enn lættari at vátta faðirskapin
Tá ið Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klárir at taka í brúk, verður tað eisini møguligt at vátta faðirskapin at einum barni við elektroniskari undirskrift.

Les meira um faðirskap á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini