Kvotu-2 umsóknir 2017

Umsóknarfreistin til kvotu 2 var 15. apríl. Upp til 30% verða tikin inn á Fróðskaparsetrið eftir kvotu 2. Tá talið av umsóknum varð gjørt upp, vísti tað seg, at 112 umsøkjarar høvdu søkt um upptøku. Av hesum vóru lutfalsliga fleiri kvinnur enn vanligt.

Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera Kvotu 2 umsóknirnar. Umsóknarfreistin til kvotu 1 er 1. juli, og boð um upptøku fyri bæði kvotu 1 og 2 verða send til umsøkjararnar í seinasta lagi mikudagin 19. juli 2017.

Fleiri søkt umvegis elektroniskt umsóknarblað
Hetta er annað árið á rað, har møguligt hevur verið hjá umsøkjarum at søkja um upptøku elektroniskt. Í ár valdi nógv tann størsti parturin av umsøkjarunum at søkja umvegis elektroniska umsóknarblaðið, tvs. lutfalsliga fleiri enn undanfarna ár.

Orkuvísindi nýtt
Summar útbúgvingar á Setrinum eru bara í boði annaðhvørt ár. T.d. vóru væl umtóktu bachelorútbúgvingarnar í KT-verkfrøði, mýlskari lívfrøði, havlívfrøði og vistfrøði í boði í fjør og aftur í 2018, men ikki í ár. Í ár bjóðar Náttúrvísindadeildin aftur bachelorútbúgvingina í orkuverkfrøði eins og í 2015, men í ár eru eisini tvær aðrar bachelorútbúgvingar í boði – í orkuvísindi 
(https://setur.fo/utbugvingar/bachelorutbugvingar/bsc-i-orkuvisindum/): https://setur.fo/utbugvingar/bachelorutbugvingar/bsc-i-orkuvisindum/ , umframt í orkuvísindi og støddfrøði (https://setur.fo/utbugvingar/bachelorutbugvingar/bsc-i-orkuvisindum-og-stoeddfroedi/): https://setur.fo/utbugvingar/bachelorutbugvingar/bsc-i-orkuvisindum-og-stoeddfroedi/

Býtið av umsøkjarum
Býtið av Kvotu 2 umsøkjarum millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:

Sjúkrarøkt                  40
Lærari                          26
Námsfrøði                  19
Búskaparfrøði                    6
Føroyskt                            2
Søga                                    2
Sosialvísindi                    5
Orkuverkfrøði                    1
Orkuvísindi                    1
Orkuvísindi og støddfrøði   2
Hjánám í støddfrøði            1

Tilsamans                112 umsóknir

Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni.

Kynsbýtið
Kynsbýtið millum umsøkjararnar til kvotu 2 er 19,6 % menn (22 umsøkjarar) og 80,4% kvinnur (90 umsøkjarar). Í 2016 var býtið 30,6% menn og 69,4% kvinnur, so lutfalsliga fleiri kvinnur hava søkt um upptøku gjøgnum kvotu 2 í 2017.

Miðalaldurin
Miðalaldur á teimum, ið søktu um upptøku gjøgnum kvotu 2 í 2017 er 28,6 ár, og er hetta eitt vet lægri/yngri enn í 2016, tá miðalaldurin var 30,2 ár.