Fyrst var tað súlan, sum fleyg vestan fyri Mykines, og har vóru szlangan HansZole og Kolbein og Ólavur Øster og Sharon og Ingolf Patursson og Birita og Maggi og Marita Dalsgaard og Eskil Romme og Jesper Thorup og Karsten Vogel og Ole Wich og fleiri onnur. LP plátan varð tikin upp frá 1.august til 6.september 1977 hjá Milson Zachariasen, og nótar og tekstir kundu fáast hjá einum, sum skrivaði seg Kristian Blak, Husby 6990 Ulfborg.
Haðani var hann komin, tí nýggir fransklærarar vóru arbeiðsleysir í Danmark. Tíbetur fyri okkum, sum tað seinni vísti seg. Ikki tí: Hetta franska mundi vera so sum so at skilja hjá næmingunum, tí tað var blandað við einum málføri, sum heilt týðiliga mundi vera komið úr Jútlandi, heilt har vesturi, har sum aldurnar bróta inn á sandstrendur og sævarvaksnar mølheyggjar. Sjálvur var hann hárfagur um skalla og vangar, og tá hann tosaði, høvdu orðini hug at villast inn í tann prýðiliga skeggvøksturin og koma frá honum aftur meira sum suð og tónar, heldur enn sum franskar máliskur og bendingar.
Men eitt annað var, sum hann dugdi og sum hoyrdist væl. Hann dugdi at spæla uppá. Rokkurin var farin at hoyrast úr kjallarum og bilhúsum, men tað vóru mest gittarar og trummur. Kristian spældi klaver, sum ikki var so vanligt tá. So hann var biðin til nógv ymiskt, og hann var ikki pírin við slagnum av tónleiki, bara tað kom úr huga og hjarta.
Perlan var eitt hús við nógvari søgu. Tað stóð niðri á trýkantinum millum Bryggjubakka og Mylnugøtu. Áðrenn húsið fekk sítt vónríka navn, hevði tað verið pakkhús hjá Z. Heinesen, tá ið hann hevði tikið við Restorffshandlinum í Vágsbotni. Seinni hevði tað verið matstova, ein av teimum heilt fáu í Havnini. Húsið stóð á grund, sum var skeiklað allar vegir, bæði aftur og fram og upp og niður, ein skjøldur var breiður og høgur, ein annar smalur og lágur, og síðurnar gleivaðu í hvør sína ætt. Nú stóð húsið tómt uttan uppi á loftinum, har sum William eina tíð hevði havt sína málarastovu. Takið lak, rukkupláturnar rustaðu, eitt skrímsl var húsið at síggja til og so mishátt, at tað hevði fingið tann dulda vakurleikan, sum roynd og láturmild fólk kunnu fáa, tá ið tey eldast. Kommunan átti húsið, men visti ikki, hvat hon skuldi gera við tað. Tað var so latið jazzfelagnum upp á leyst, ímóti at felagið stóð til svars fyri rakstrinum og ansaði eftir, at alt fór siðiliga fram.
Úr hesum gamla húsi fóru nú at hoyrast sjáldsamir tónar, fólkatónleikur, rokkur, men mest jazzur og frítt samanspæl í størri og minni bólkum. Nýggjur sangur hoyrdist út gjøgnum vindeyguni, og viðhvørt fóru eisini ungir yrkjarar, meira og minni fyrireikaðir, meira og minni smædnir, fram á gólv at lesa upp ella siga fram úr sínum egna, meðan ein saksofon ella ein bassur royndi sum frægast at fylgja við. Húsið gjørdist eitt friðskjól hjá teimum, sum vildu finna inn í tónleikin, sín egna og tann sum tók seg upp í samanspæli við onnur, og oftast var tað hesin nýggi fransklærarin, sum sat og sló niður í klaverið, og altíð var tað hann, sum fekk tað í lag, sum í fyrstani bara var ein leysligt hugskot ella ein óveruligur dreymur.
Tað bleiv minni og minni franskt og meira og meira tónar, at enda so nógv, at Kristian gavst í Hoydølum og fór undir heilt í tónleiki. Tað átti ikki at borið til, tí tey fyrstu mongu árini var nógv meira møði enn føði. Men har var eisini grøði, so sum sæst á útgávunum, sum hann og Havnar Jazzfelag (eisini hann) og Tutl (eisini hann), stílaðu fyri. Plátan við Spælimonnunum í Hoydølum kom í 1977, Vælferðarvísurnar hjá Kára p. í 1978, ein minniligur varði í føroyskari sangskriving, Jazz í Føroyum 1978 við tveimum útgávum aftrat seinni, Veðurløg við Karsten Vogel 1980, meira og meira í einum fjølbroyttum samanspæli millum føroyskar og útlendskar tónleikarar.
At skipa fyri øllum hesum og samstundis fáa stundir til sítt arbeiði sum tónaskald, tað hevur verið eitt ódnartak, men eisini tað bar til. Í 1979 kom fyrsta LP plátan Snjóuglan við hansara egna tónleiki, í 1982 tann stórfingna útgávan Ravnating við ljósmyndum hjá Philippe Carré, eitt stórverk í føroyskari list, tori eg at siga, sjálvt um tónaskaldið er jútskt og myndlistamaðurin er franskur (minnist til, at tey sum gera gott verk í Føroyum eru góðir føroyingar). í 1984 Concerto Grotto, við tónleiki skrivaðum til at framføra í hellinum við Líðargjógv á Sandoynni, meðan havið skolar niðaní, og bládúgvur flúgva inn og út, og framført við so mætum tónleikarum sum John Tchicai, Anders Hagberg, Anders Jormin, Lelle Kullgren og Karin Korpalainen saman við Sharon og Kristiani.
Heygar og Dreygar, Kingoløg, Svita yvir 15 føroysk fólkaløg, Brøytingar: Kristian gjørdist tann stóri samanbindarin millum lond og tónleikasløg, altíð opin fyri nýggjum møguleikum, altíð fúsur at finna ein gongda leið, so ella so. Umframt alt hetta hevur hann verið oddamaður í tiltakinum Summartónar, sum skipar fyri framførslum um alt landið á hvørjum sumri. Aftrat kemur hansara drúgva starv øll árini fyri rættindum hjá tónleikarum og listafólki.
Og so eru tað allar ferðirnar út í heim at spæla fyri øðrum og læra av øðrum. Kom sjálvur fyri nøkrum árum síðani eitt myrkt kvøld í februar til sveitsiska býin St. Gallen at lesa upp, og hvør sat har i kirkjukjallaranum og spældi upp á lívið: Kristian saman við Sharon og Ívar Bærentsen og Janne Danielsson og øðrum gomlum spælimonnum. Verðin var lítil og samstundis ómetaliga stór, og tað var skjótt at sangurin ”Aldan” brimaði, til sveitsararnir høvdu lært at syngja ”øs meg, tá eg biðji um frið”.
Ein óttaleysur íbirtari, netverksmiður, íverksetari ella hvat sovorðið annars sigst um hetjurnar í dagsins framkomna samfelagi. Nýggj tøkni og skjótari samskifti hevur gjørt tað lættari at koma frá ætlan til liðugt verk. Í seinastuni eru komnar umleið hálvhundrað útgávur á hvørjum ári, og talið av útgávum, plátum, bondum og fløgum og talgildum fílum, Kristian hevur verið uppií, er nú umleið 500, harav ein tíggindapartur ella 50 útgávur við hansara egna tónleiki. Ivaleyst kann hvør av hesum útgávum metast saman við eitt vanligt yrkingasavn, men hvat føroyskt skald kann vísa á eitt avrik sum hetta?
Súlan fleyg, bládúgvurnar við, og ravnarnir Hugin og Munin koma heim og siga frá tí, sum í verðini gerst. Tað er sum við hesum spælimanninum, ið ongantíð troyttast: Kristian hevur hugin og hann ger munin. Ósjálvsøkin, hugsunarsamur, hugsunarsamur, góður í ráðum og altíð beinasamur.
Hann er sum áin, ið tutlar undir heilum, ferðin er endaleys, og her er hansara seinasta fløga, har hann spælir egnan tónleik saman við bólkinum Yggdrasil, sum eitur eftir heimstrænum, ið hevur greinar, sum breiða seg upp og út um allan himmalin. Á húsanum er listaverk úr Nunavut í Kanada og kallast ”Shamanur á náttarflogi”. Shamanur er eitt fólk, sum hevur beinleiðis samband við duldar og grøðandi máttir. Hagar er hann nú komin. Hann er hjá fuglinum, hann flýgur um lond, og hann lýsir. Hatta er hann!
Kristian í Boyggjastovu á Reyni, FO 100, er okkara shamanur.
15. januar 2012
Gunnar Hoydal