Kvinnurættindafrágreiðing er handað Sameindu Tjóðum

Týsdagin 2. juli handaði Danmark sína áttandu kvinnurættindafrágreiðing til ST.


Kvinnurættindasáttmálin varð samtyktur í 1979, og kom í gildi í Danmark og Føroyum í 1983.


Sáttmálin áleggur Føroyum nakrar skyldur, sum skulu tryggja mannarættindi innan ymisk øki. Fjórða hvørt ár skal ein frágreiðing latast ST, ið lýsir, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í sáttmálanum. Áhugafelagsskapir hava somuleiðis møguleikan at lata inn sínar egnu frágreiðingar – sonevndar skuggafrágreiðingar - til ST um, hvussu støðan er við kvinnurættindum í Føroyum.


Hetta er áttanda kvinnurættindafrágreiðing hjá Danmark, síðan sáttmálin kom í gildi. Føroyar hava latið inn sjálvstøðugar frágreiðingar tvær tær seinastu ferðirnar. Sostatt er hetta triðja frágreiðingin hjá Føroyum.


Løgmansskrivstovan hevur samskipað arbeiðið at skriva frágreiðingina í tøttum samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið, Innlendismálaráðið og danskar myndugleikar. Frágreiðingin hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi áhugafelagsskapum.


http://um.dk/da/~/media/UM/Danish-site/Documents/Politik-og-diplomati/Nyheder_udenrigspolitik/2013/endelig_CEDAW-rapport%2028%20June%202013.pdf