Gongdin í fjør, har landsstýrið avreiddi stóra nøgdir av makrelinum til útlendingar, eigur at fáa alt Føroya fólk at ressast, tí her fara túsundtals arbeiðstímar av landinum.
Vit í føroysku fakfelagsrørsluni hava staðfest, at nógvir av limum okkara eru arbeiðsleysir, samstundis sum landsstýrið hevur givið loyvi til, at útlendingar sleppa at veiða og keypa stórar nøgdir av tilfeinginum, sum sambært lóg er ogn føroya fólks.
Hetta vísir eina sera lítla virðing og ábyrgd yvir fyri vanliga føroyinginum, og ikki minst teimum arbeiðsleysu, sum fegin vildu havt møguleika at verið við at virðisøkja tann makrel, og onnur fiskasløg, sum veidd verða undir Føroyum.
Vit skulu tí staðiliga heita á landsins myndugleikar um at tryggja, at allur fiskur, sum veiddur verður á grunnum okkara verða veiddir av føroyskum fiskimonnum og verður virkaður av føroyskum arbeiðsfólki.
Tað kann ikki vera rætt, at landsmyndugleikar okkara hava so lítla virðing fyri galdandi lóggávu, at fiskurin verður latin risafyritøkum í útlandinum at virka, í staðin fyri at hetta tilfeingið kemur samfelagnum og vanliga arbeiðsfólkinum at gagni.
Vónandi fer bæði samgongan og andstøðan at arbeiða fyri, at fiskatilfeingið framyvir ikki verður avreitt av landinum.
Tórshavn, tann 08.02.2012.
Føroya Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, formaður