Kunningartiltak um vinnuferð til Kina

Kunnandi tiltak í sambandi við vinnuferðina til Kina 2016 í Vinnuhúsinum 22. sept. 2016 kl. 15.00. 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur boðað frá, at “Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at standa á odda fyri føroyska sendiliðnum, har ið eisini umboð fyri Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur luttaka.” Ferðin verður 31. oktober til 4. november, og verður samskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Vinnuhúsinum í felag.

 Í tí sambandi skipar Vinnuhúsið hósdagin 22. september 2016 kl. 15.00 fyri kunnandi tiltaki um vinnuferðina. Her er skráin fyri tiltakið:

 Skrá
 15.00    Vælkomin - Poul Michelsen, Landsstýrismaður
 15.10    Kina og Føroyar - Jóhanna Magnusardóttir, Vinnuhúsið
 15.20    Eitt sindur um kinesiska mentan - Dávid Fossdalsá, Vinnuhúsið
 15.30    Rúni og Eyðvør Berg frá Teymavirkinum koma at greiða frá teirra virksemi í Kina
 16.00    Steðgur
 16.20    Útflutningstøl og leiðbeining til útflutning - Niels Winther, Vinnuhúsið
 16.30    Vinnunevnd á ferð í Kina 2014 og fyribils skrá fyri Vinnuferðina til Kina í 2016 - 
             Sigmundur Ísfeld, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
 16.40    Praktisk kunning - Jóhanna Magnusardóttir, Vinnuhúsið
 16.50    Spurningar og samanumtøka
 17.00    Liðugt

 GG. broytingar í skránni kunnu vera gjørdar undan tiltakinum.

 Fyritøkur, sum eru áhugaðar at vera við á handilsferðini, kunnu eisini seta seg í samband við Vinnuhúsið. Miðað verður eftir, at luttakandi fyritøkurnar fáa høvi at mynda vinnuliga partin av skránni, um tær hava áhuga fyri tí.

 Kunningartiltakið er í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7 í Tórshavn. Tiltakið er ókeypis, men áhugað vera biðin at boða frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. september 2016.