Kunningarskriv um løggildingarviðurskifti og løggildingar 2020 á heimamarknaðinum

Higartil í ár eru 25 løggildingar veittar á heimamarknaðinum. Talan er um ymiskt virksemi, matstovur, kaféir, matarvognar og handlar. Allar løggildingar síggjast á yvirliti á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, vel góðkenningar á forsíðuni 

Øll veitan av matvørum er fevnd av matvørulógini. Tískil er týdningarmikið at øll, sum fara í holt við eitthvørt virksemi, sum inniber veitan av mati, seta seg í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna (HFS) fyri at fáa kunning og vegleiðing.  

Tað er einfalt at søkja um løggilding ella skráseting.  Umsóknarblaðið er at finna  her

Tá ein løggilding verður veitt eini kafé ella matstovu verða bæði hølisviðurskifti og mannagongdir í samband við handfaring av matvørunum gjøgnumgingin.  Matstovurnar, sum hava løggilding, fáa eisini regluliga eftirlitsvitjan av HFS, har somu mannagongdir verða gjøgnumgingnar og hølisviðurskiftini eftirhugd.  

Ein løggilding er sostatt ein váttan fyri, at tey heilsufrøðiligu viðurskiftini eru kannað. T að er tó til eina og hvørja tíð, veitarin av mati, sum hevur ábyrgd av at hesi viðurskiftini eru í lagi.  

Undantøk fyri løggilding.
Undantøk eru m.a. fyri veitan av matvøru til vitjandi í privata húsarhaldinum (Heimablídni)  og av morgunmati í sambandi við Ból og Bita.  Heilsufrøðiliga starvsstovan fær alsamt fleiri fyrispurningar um heimablídni, og hvat virksemi kemur undir hetta. Tískil er ein dagførd lýsing av heimablídni at finna her.
Upplýsingar.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Maluna N. Mikkelsen, deildarleiðara á matvørudeildini.